Skriva út

Ketty Poulsen

Ketty Poulsen
deknur
Kunoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ketty Poulsen er úr Klaksvík og hon býr í Kunoy, har hon er gift og eigur børn. Ketty er tað man kallar fyri ein tilflytari í Kunoy, men hon hevur ongar trupulleikar havt við at fella til í Kunoy. Ketty er fødd 9. juni 1983.

-Maður mín, Per Suni Poulsen, er ættaður úr Kunoy og hann vildi so fegin flyta aftur til heimbygdina aftur. Eg hevði heldur ikki so nógv í móti tí og eg havi ikki angrað, at vit fluttu, sigur Ketty Poulsen.

-Tað er lætt at koma inn í eina lítla bygd sum Kunoy. Hetta er eitt lítið samfelag og vit hava eitt so serdeilis gott grannalag og ikki minst samanhald. Vit flutt á sumri 2012.

-Orsøkin til, at eg segði ja til at gerast deknur var júst samanhaldið í bygdini. Tú fær eina ábyrgdarkenslu í eini lítlari bygd, sum ein ikki akkurát hevur á størri plássum. Eg hugsaði, at kann eg hjálpa til, so geri eg tað fegin. Og vit eru fleiri deknar í bygdini, so tað er ikki so bundisligt, sigur hon.

-Eg arbeiði sum sjúkrasystir í Havn og nú eri eg í barsil. Vit eiga tveir dreingir og tað er upp á dagin eitt ár í millum teir. Annar er føddur 13. september 2016 og hon 13. september 2017. Tað er nokk so sjáldsamt, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.