Skriva út

Katrina Svartá

Katrina Svartá
deknur
Hvalvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Katrina Svartá hevur gift seg til eftirnavnið, maðurin er úr Saksun, hon í Streymnesi og pápi hennara var Vilhelm Magnussen, ættaður úr Tjørnuvík og kendur kingosangari og hon býr í Hvalvík. Katrina er fødd 25. februar 1951.

-Eg havi lisið síðan 1997. Eg varð spurd, tey manglaðu ein dekn, mær hevur dámt sera væl at lesa og dámi tað enn. Pápi mín læs lestur einsamallur leingi. Eg eri uppvaksin við lestur og vóru vit ikki í kirkju, so læs hann heima. Fyri meg var tað eitt sindur tørført í fyrstuni, eg var ikki von at standa frammanfyri eini fjøld. Í fyrstuni helt pápi fram við at lesa og síðan Jórun og eg, sigur Katrina Svartá.

Katrina er gift við Gunnar Svartá úr Saksun.

-Saksiningar komu ofta til hvalvíkar og vóru saman við ungdómum úr Hvalvík og vit fóru ofta til Kollafjarðar í dans. Tað var soleiðis, at vit møttust. Vit giftust í 1969. Eg giftist inn til foreldrini hjá honum og flutti niðan til Saksunnar. Í 1973 fluttu vit oman aftur til Hvalvíkar. Vit hava fingið tríggjar gentir og átta barnabørn, sigur Katrina

-Sum ung arbeiddi eg á støðini í Hvalvík. Tað var eitt serligt og áhugavert arbeiði. Rutt og Hans Jacob høvdu støðina. Mær dámdi væl tað arbeiðið, eg var heldig og eg var í hesum starvinum í tvey ár, áðrenn eg giftist. Vit gingu vakt. Eg minninst at vit eisini vóru í telefonball. Tað var stuttligt at heilsa upp á fólk frá hinum støðunum, sum vit bara kendu á málinum. Vit høvdu ikki heilsað uppá tey fyrr, bara hoyrt tey gjøgnum okkara arbeiði.

-Pápi legði teimum yngru í Tjørnuvík lag á, hvussu teir gomlu sungu við kongolagið. Sjálv syngi eg kingo og í okkara heimi søgdu vit ikki kingoløg, men gamli nótin. (Samrøðan er gjørd á sumri 2016).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.