Skriva út

Katrina Johannesen

Katrina Johannesen
deknur
Mykines

Katrina Johannesen er vertinna í Mykinesi. Hon hevur gistingarhús og nógvar gestir summarhálvuna. Hon ger mat og hugnar um gestirnar. Og sunnudagar er hon av og á deknur í kirkjuni. Katrina er fødd 14. juli í 1969. Eg hitti hana í september 2021 í Mykinesi.

-Eg havi lisið nakrar ferðir til høgtíðir lestur og tá íð prestur er, havi eg lisið inngangs og útgangsbøn. Pápi mín, Jógvan Meinhard Johannesen doyði í 2018. Hann var deknur í mong ár. Eg læs eisini nakrar ferðir, áðrenn hann doyði. Eg eri uppvaksin í Mykinesi. Og tá eg var av oynni, eitt nú í útbúgvingarørindum, kom eg altíð heim í frítíðini, sigur Katrina Johannesen.

-Eg átti ein son í 1997 og tá flutti eg út við mammu. Eg havi verið í Mykinesi á hvørjum sumri síðan 1992 og tykist við ferðavinnu. Eg eigi eisini eina dóttir, sum er 20 ára gomul, hon gongur á miðnámi í Vestmanna í dag.

-Mær dámar væl at vera vertinna. Fyri meg hevur Mykines altíð verið eitt stað við lítið av fólki. Foreldur míni hava upplivað, hvussu fólkatalið er minkað burtur í einki. Eg eri eisini glað fyri, at eg ikki bara havi verið í Mykinesi. Eg tók ein bachelor innan búskap í London, tað var ein ógvuliga gevandi tíð fyri meg og hevur hjálpt mær væl í ferðavinnuni.

-Gestir mínir eru fyri tað mesta útlendingar, men eisini føroyingar. Tíðin flýgur avstað. Eg ætli mær ein túr suðureftir í ár. Eg má hava eitt sindur av sól. Í frítíðini bindi eg og eg eri eisini eitt sindur inni á meginlandinum, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.