Skriva út

Katrin Højsted

Katrin Højsted
deknur
Eiðis kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Katrin Højsted er av deknaætt og hennara familja hevur verið í kirkjunnar tænastu. Sjálv er hon formaður fyri kirkjuráðnum og eykadeknur.

-Abbi mín Hans Jákup Ellingsgaard var deknur í 40 ár og mamma mín hevur sitið í kirkjuráðnum. Sum barn var eg í kirkju og sunnudagsskúla og sunnudagurin hoyrir kirkjuni til, sigur Katrin Højsted.

-Sjálvt um eg eri lærari og standi framman fyri fólki hvønn einasta arbeiðsdag, var tað als ikki lætt at standa fram fyri kirkjufólkunum og lesa lestur í fyrstuni. Men man venist við tað. Tað er spell,at tey ungu ikki eru nóg sjónlig í kirkjuni, tað man vera tí at gudstænastan sigur teimum ikki nóg nógv og tað kunnu vit ikki vera líkasæl við, sigur Katrin Højsted.

-Eg havi verið við at havt sunnudagsskúla síðan 1992. Síðan 2000 hava vit havt sunnudagsskúla samstundis um gudstænasta her, bara í einum øðrum húsi og nakrarferðir um árini eru børnini við í kirkju. Hendan skipanin við sunnudagsskúlanum í kirkjutíð hevur virkað væl. Foreldur kunnu levera børnini í sunnudagsskúlanum og síðan fara í kirkju, sigur hon.

- Fyrr hendi ikki so nógv ein sunnudag og hetta er broytt nógv seinastu árini. Í dag er nógv kapping við gudstænastuna og serliga frá ítróttinum og tað mugu vit liva við, sigur hon.

-Eg gekk á læraraskúla frá 1984-1988. Lærarastarvið var ein dreymur fyri meg. Fyrsta árið eg var lærari var eg í Havn, síðan á felagsskúlanum og í Runavík, sigur Katrin Højsted. Eftirnavnið kemur frá at hon er gift við Rólant Højsted, sum er ættaður úr Funningi. Tey eiga fýra børn, tveir dreingir og tvær gentir, sigur hon.

-At vera deknur er eitt týdningarmikið starv fyri meg. Um ongin gjørdi hesa tænastu, so var einki. Hetta er fyri meg eitt kall og ikki nøkur plikt, ein tænasta, sum eg fegin vil vera við í. Ein tænasta sum eg ætli at halda fram við, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.