Skriva út

Kathrina Lamhauge

Kathrina Lamhauge
organistur
Skála kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kathrina Lamhaugu hevur verið organistur í Skála kirkju í mong ár. Hon er fødd tann fyrsta desember 1933. Hon var fastur organistur frá1962 og fram til 1979 og hon hevur havt stóran týdning fyri ung skálafólk, sum hava ynskt at læra at spæla upp á orgul. Tað eru fleiri organistar, sum eru klaktir úr hennara hondum, og hetta var áðrenn nakar musikkskúli sá dagsins ljós. 

    -Eg og Jóhanna hjá Olaf skiftust um at spæla fyrstu árini. Vit vóru javnaldrar og systkinnabørn og kendust væl. Eg vaks upp á Berjarheygnum á Ytra Skála. Hesin heyggur fór meginparturin í vegin. Har vuksu reyð ber, tá eg var barn, tey smakkaðu ikki av nógvum. Eg minnist aftur á, at tað var munur at vaksa upp, um jørð var í húsinum ella ikki. Eg plagdi at øvunda ognarleysu javnaldrunum, tí vit vóru alla tíðina bundin av arbeiði og pliktum, hoygging og øllum møguligum, sum stóðst av jørðini. Tað vóru ikki stundir til spæl. 

    -Vit fingu orgul, tá ið eg var smágenta. Pápi keypti tað úr Onglandi og Jammus skipaði fyri. Eg lærdi meg sjálv, men einans fyrstu og aðru stemmu. So kom Chr. Høj á Strondum upp í leikin. Eg fór at ganga á kvøldskúlan hjá honum. Eg lærdi væl og skjótt spældi eg allar stemmurnar eftir nótum. Síðan fór eg burtur, ikki so langt, út á Toftir, har eg fekk húspláss. Eg fór at tæna hjá Essemie og Hans Olivur Højgaard. Seinni fór eg at standa í handlinum hjá teimum, í Oyrahandlinum og har møtti eg manni mínum, Símun Lamhauge, sum arbeiddi á skrivstovuni hjá Hans Olivur. Hetta var stórt virki tá, við handli og skipum. 

    -Ein beiggi mín doyði knappliga tilkomin og foreldrini vildu hava meg aftur á Skála. Eg flutti inn aftur sum gift kona og við elstu dóttrini. Maður mín fekk starv á skrivstovuni á Skipasmiðjuni, hetta syrgdi Sofus Thomsen fyri. Og inn aftur komin varð eg tveitt út í at spæla urgu. Verandi organistur, Kristjan, vildi ikki spæla upp á nýggju urguna, sum var komin úr kirkjuni í Fuglafirði og eg og Jóhanna fóru at skiftast. 

    -Hendan tænastan bleiv til nógv ár og nógv spor. Øll tey fyrstu árini gekk eg í kirkju, tá høvdu øll ikki bil.
 
    -Eg má syngja, tá ið eg spæli, tað havi eg altíð gjørt. Og spakuliga byrjaði eitt kór at næla kring orgulið. Fyrst komu Olaf og Jørgin upp at syngja, síða Kjartan og Selma og síðan løgdust fleiri afturat. Hesin siður við kirkjusangarum er framvegis í kirkjuni, og tað stuðlar væl undir felagssangin. Í kirkjuni fekk eg ikki sálmarnar, fyrr enn eg kom í kirkjuna og tá var neyðugt at duga at spæla, stundir vóru ikki til venjing. 

    -Tað eru nógv, sum hava lært hjá mær. Elsta dótturin Hansa dugir væl at spæla og kanska næmasti næmingurin eg havi havt er Súni Kristiansen hjá doktaranum. Hann hevur eisini verið óførur sjálvur at seta organistar við. 

    -Maður mín, Símun doyði fyri nøkrum árum síðani av herviligari sjúku

    . Mítt lívsinnihald í dag eru míni børn og barnabørn, og so tað at kunna halda havan. eg veit ikki hvussu leingi eg fari at orka tað, men enn er heilsan góð.