Skriva út

Karmal Djurhuus

Karmal Djurhuus
deknur
Vágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Karmal Djurhuus er deknur í Vágs kirkju. Hann er sjómaður, virkar innan frálandavinnuna og er burtur helvtina av árinum, ein mána heima og ein mána burtur. Karmal er føddur 16. januar 1959.

-Eg havi verið deknur í eini fimm ár.eg byrjaði í 2013.  Eg gekk í kirkju og varð spurdur, um eg vildi gerast deknur og segði ja. Men eg vildi ikki binda meg heilt. Eg eri burtur helvtina av árinum og vil eisini sleppa at ferðast, meðan eg eri heima, sigur Karmal Djurhuus.

-Tað er eitt sindur av fyrireiking til deknagudstænastuna, tað vil siga, tá íð prestur ikki er. Eg skal finna lestur og eg skal lesa uppá. Kanska eri eg eitt sindur konservativur, mær dámar væl lestrarnar hjá Jákup Dahl og aðrar við, Jóhan Nielsen hevur skrivað nakrar, sigur hann.

-Eg eri føddur og uppvaksin í Vági. Konan er  úr Sandvík og eitur Hilda Djurhuus við gentunavninum Vágseið. Hon er uppvaksin hjá ommuni og abbanum í Sandvík. Vit eiga trý vaksin børn, tveir synir og eina dóttir og trý barnabørn.

-Eg havi verið á sjónum alt lívið og dámi væl hesa skipanina, at vera burtur helvtina av árinum og heima helvtina. Og eg havi nóg mikið at gera heima. Fyrr høvdu vit upp í 30 traðarseyðir, nú er talið minkað við tveimum triðingum. Eg havi eisini ein 28 fót føroyskan bát, sum eg fái í neystið. Hendan brúki til at fáa mær at kóka við. Og mær dámar at ferðast, bæði í Føroyum og uttanlands. Okkum dámar at liggja í telti og vit plaga at vera á summarfestivalinum. Vit hava eisini verið í Orkneyoyggjunum og ferðast í telti, sigur Karmal Djurhuus.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.