Skriva út

Kári Weihe

Kári Weihe
klokkari
Skála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg havi ikki albogað meg fram til klokkarastarvið í Skála kirkju og alment var eg settur tann 27. august 2018. Men eg havi havt tilknýtið til tornið í kirkjuni, heilt frá eg var smádrongur. Pápabeiggi mín, Hans Weihe var klokkari í eitt mannaminni og pápi mín Ada ella Adolf Weihe avloysti hann. Eg var í torninum sum smádrongur bæði við Hans og við pápa,” sigur Kári Weihe, sum er føddur 12. mai í 1959.

-Vit eru tríggir klokkarar, Dánial Jákup Joensen, Høgni Joensen og eg. Vit hava tað fínt saman. Liggur ikki fyri hjá onkrum, traðka hinir til, sigur Kári Weihe.

-Eg geri hetta, tí mær dámar tað. Og fyri meg er tað í lagi, at arbeiðið er ólønt. Eg kann altíð, havi bara einaferð verið frá vegna arbeiði. Eg arbeiði hjá Jarðhita og segði teimum áðrenn eg fekk starv, at eg eisini eri klokkari. At arbeiða við jarðhita er spennandi arbeiði. Vit bora hol niður í jørðina og tað tekur eini 10-12 ár at fáa íløguna inn aftur, sigur hann.

-Eg var 14 ár, tá íð eg fór at læra á skipasmiðjuni. Mær dámdi væl at læra, har vóru nógvir eldri menn, sum lærdu okkum. Síðan fór eg á skúla, tók maskinistútbúgving og til skipa. Eg var við nótabátinum Norðborg, við kubabátunum og 17 ár á rækjuveiðu í Grønlandi. Men so broyttust umstøðurnar, mamma fekk blóðpropp og konan hevði ikki góða heilsu.

-Konan eitur Maibritt, vit eiga ongi børn og vit búgva í barnaheiminum. Vit bygdu hús, men tá íð foreldur míni doyðu, flutti eg. Dugdi ikki rættuliga at síggja nakra meining í at hava tvey hús, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.