Skriva út

Jústinus Poulsen

Jústinus Poulsen
klokkari og organistur
Hvannasund

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jústinus Poulsen er ein maður, sum øll í Hvannasundi seta í samband við kirkjuna. Í yvir 50 ár hevur hann verið kirkjutænari í kirkju, bæði sum klokkari og sum organistur, hann var enntá við at stoypa kirkjuna í 1948. Jústinus er føddur 1. oktober 1933.

-Eg havi verið heimamaður, síðan eg fór at rógva út í 1964 og tí hevur tað borið til hjá mær at gjørt hesa drúgvu tænastu. Vit róðu nógv út á Norðhavið. Eg eri sjálvur ættaður úr Hvannasundi, sigur Jústinus Poulsen.

-Eg havi verið giftur tvær tvær ferðir. Fyrra konan var úr Funningi og kallaðist Signa Fríborg Klein. Hon føddi mær fýra børn og vit hava fingið 11 barnabørn og trý langbarnabørn. Hon doyði einans 40 ára gomul, eg var tá 42 ára gamal, tað var stór sorg. Men lívið spældi eisini við mær, eg bleiv giftur uppaftur og tað hevur verið gott. Seinna konan er úr Norðagøtu og eitur Anna Jacobsen. Eg havi havt tvær góðar konur. Tað var ikki bara sum at siga tað at fáa eina fremmanda konu í húsið, har frammanundan vóru fýra hálvvaksin børn. Men tað gekk væl og hon hevur verið góð við tey, sigur Jústinus Poulsen.

-Eg var klokkari og ongin var at spæla og eg helt meg til. Tað var nú ikki nakað serligt spæl, spældi bara eina stemmu, men tað gekk, tað var frægari enn einki, sigur Jústinus Poulsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.