Skriva út

Julian Sonni Hansen

Julian Sonni Hansen
klokkari
Nólsoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Julian er nólsoyingur við húð og hár. Og hesin samleikin hevur stóran týdning fyri hann. Julian hevur í mong ár verið klokkari í Nólsoy. Hann er føddur 6. mai í 1962.

-Svigarpápin hjá mær, Hákun Jacobsen, var klokkari. Eg avloysti hann. Hann gjørdist sjúkur í 1989 og eg gjørdist fastur klokkari. Eg var klokkari 13 ár út í eitt einsamallur hvønn einasta sunnudag. Aftaná eru fleiri komnir, sum eru klokkarar. Eg havi arbeitt sum timburmaður alt lívið og eri tí at rokna sum heimamaður, sigur Julian Sonni Hansen.

Sonni hevur ikki bara verið timburmaður alt lívið, hann hevur eisini verið eitt serligt slag av timburmanni, hann er bátasmiður.  Tað hevur ligið til familjuna og hann er 10. bátasmiðurin í eini røð aftureftir. Bátasmíð er útdeytt í dag, tó eg havi gjørt onkran bát til Kiwanis felagsskapin, sum teir selja lodseðlar uppá, sigur hann.

-Eg havi gingið í kirkju síðan eg var barn. Eg veit ikki ordiliga, hvat fekk meg at vera klokkari so leingi einsamallur, men eg var eftirhondini vorðin útbrendur, sigur hann.

-Eg gangi partvíst heima og royni at vera eitt sindur til arbeiðis. Eg fekk staðfest Parkinson sjúkuna í 2014. Eg havi tað rímuliga gott, men ongin friður er. Tað fæst góður heilivágur. Hendan sjúkan liggur til familjuna. Ein mammubeiggi hevði hetta lortið, sigur hann.

Konan er úr Nólsoy og eitur Maria. Tey eiga fimm børn, tveir synir og tríggjar døtur og trý barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.