Skriva út

Julian Rasmussen

Julian Rasmussen
organistur
Oyndarfjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Tónleikur er mítt livibreyð,” orðini eigur Julian, hvørs lívsleið hevur verið tengd at urguleiki, síðan hann var blaðungur. Alt byrjaði í Oyndarfirði, har hann hevði hoyrt urgutónleik síðan hann var nýføðingur. Pápi hansara Sigmund Rasmussen hevur verið organistur í Oyndarfirði, siðan hann var smádrongur. Julian er føddur 30. juli 1978.

-Eg havi tó ikki gingið til undirvísing hjá pápa. Tað byrjaði við, at eini lærarahjún Ruth og Jógvan komu til Oyndarfjarðar og Rutt undirvísti í klaverspæli. Eg fekk somikið burtur úr undirvísingini, at eg byrjaði at spæla í kirkjuni í Oyndarfirði fyrst í nítiárunum í farnu øld. Vit høvdu urgu heima og eg vandi. Tað var sum best bar til, fyrst tveir fingrar og síðan ein bassur. Undirvísingin í skúlanum gjørdi, at tað var ein plikt.

-So fór eg í Hoydalar á studentaskúla og tá fór eg at ganga til undirvísing hjá Odvør Johansen, organisti. Nú hendi nakað og fer kom á. Eg lærdi á skrivstovuni hjá Strandferðsluni, spældi nógv í Oyndarfjarðar kirkju og avloysti Odvør. Eg var knýttur at kirkjuni í Oyndarfirði sum organistur fram til 2006, sigur Julian Rasmussen.

-Og síðan tók eg stóra lopið og søkti inn á musikkonservatoriið í Norðurjyllandi. Hetta hevði sæti í Aalborg, Det jyske musikkonservatorium.

-Eftir lokna útbúgving fekk eg starv sum organistur í eini kirkju í Norðurjútlandi har eg eisini eri kórleiðari. Tað er lítið at gera um summarið og um veturin er nógv at gera. Talan er um eitt deiligt starv, sera avvekslandi. Um heystið havi eg tvey kór fram til jóla og tað er nógv at gera heilt fram til Hvítusunnu.

Julian er giftur við Winnie, hon er ættað av Syðradali á Streymoynni. Tey eiga tvey børn, ein son, sum er 15 og eina dóttir, sum er 10 ára gomul.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.