Skriva út

Jórun Wang

Jórun Wang
organistur
Kaldbaks kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Summi hús lata størri spor eftir seg í tilvitskuni enn onnur og vitjanin í Sólgørðum, tað úttalast lokalt í Kaldbak Sølgarðar, stendur enn ljóslivandi í minni mínum, eins og fullmáni á klárari veturnátt. Sólgarður er ein bóndagarður í Kaldbak við fleiri hundrað ára gamlari søgu og tað er sjálvsamt, at sethúsini hava staðið so leingi nærum óbroytt innan. Her í stovunum hava kendir menn sitið, eitt nú W. U. Hammersheim, sum snikkaði okkara skriftmál til. Og her hevur Jórun Wang búð, síðan hon sum blaðung og nýgift kom til Kaldbak í 1965. Áðrenn tað var hon ein havnargenta og av Lavafólkinum. Hon er fødd tann 24 februar 1943.

-Tá ið eg var ung, var ongin munur á havnarfólki og bygdarfólki, øll høvdu kúgv í kjallaranum. Havnin var sanniliga bygdaslig.

-Eyðun festi hetta summarið, og vit fluttu inn, samstundis um verforeldrini fluttu oman í Hoyvík, har verfaðir festi Hoyvíksgarð. Vit búðu her saman við ommu Eyðun. Hon doyði í 1971, sigur Jórun Wang.

-Eg havi ikki hug at snakka so nógv um mín leiklut sum kirkjutænari. Eg havi verið heilt stutt og gjørdi tað av neyð, tí ongin annar organistur var um tað mundið. Eg avloysti onkuntíð Sjúrða Nysted, tá ið honum barst frá og hann hevur verið trúgvur við urguna í Kaldbaks kirkju. Eg haldi ikki, at tað hjá mær snúði seg um tað stóra orgulspælið, eg skuldi leiða sangin við urguni og tað gjørdi eg. Eg lærdi at spæla hjá Tinu Mortensen í Havn sum barn, men eg haldi, at tað var meira undir tvang enn av hugi.

-Eg eri glað fyri húsini og eg eri glað fyri at búgva í einum gomlum húsum. Vit hava roynt at varðveitt, og kundu hugsað okkum at gjørt nógv meira. Men tað er dýrt at halda. Vit hava eisini broytt nakað, men tað er ikki nógv, sigur Jórun.

Jórun og Eyðun fingu tvær døtur. Elsuba býr í Kaldbak, hon stendur fyri garðinum og Hanna býr niðri, í Marstal.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”