Skriva út

Jórun Pólsdóttir Danielsen

Jórun Pólsdóttir Danielsen
organistur
Bønhúsið í Søldarfirði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jórun er ein ungur urguleikari, sum býr á Skipanesi. Hon leikar sunnudagar og aðrar dagar á urguni í bønhúsinum í Søldarfirði, sum eisini er missiónshús. Hon er ein fjøltáttaður tónleikari og hevur leikt ljóðføri, síðan hon var smágenta. Hon er fødd tann 31. juli 1990.

-Eg byrjaði at spæla, tá ið eg var fimm ára gomul. Sum sjey ára fór eg á Føroya Musikkskúla. Eg fekk klaverundirvísing frá Jóannes Andreassen. Seinni spældi eg violin og var violinistur í Føroya Symfoniorkestur. Eg var á musikkskúlanum frá 1997-2009. Tíðin er øll farin til tónleik.

-Eg byrjaði at spæla urgu sum 11 ára gomul í 2002, men faktisk var eg byrjað fyrr, tí eg spældi urgu í sunnudagsskúlanum, frá tí eg var sjey ára gomul. Tað fall mær natúrligt at spæla í bønhúsinum, men tað var ein avbjóðing fyri meg at spæla sálmar og annað til gudstænastuna, tí eg kendi meg so unga, tað var nógv øðrvísi enn at spæla klassiskan tónleik.

-Eg havi eina sjúku í beinagrindini, sum hevur tarnað mær. Eg havi tað í løtuni betri enn eg havi havt tað í mong ár. Eg var liðug sum studentur í 2009 og fór niður til Århus undir gudfrøðilestur. Men eg gjørdi meg ikki lidnan og nú havi eg slept ætlanini um at gerast gudfrøðingur, nú eri eg tónleikari.

-Eg starvist eisini sum ungdómsráðgevi innan heimamissiónina og havi undirvíst í Nes Sóknar Musikkskúla. Tað eru longu fleiri ár síðan.

-Í dag havi eg egnan bólk við dugnaligum tónleikarum og eg geri egnan tónleik, sum vit spæla. Tónleikurin er popputur við tilknýti til tað andaliga. Eg luttaki eisini í einum kóri í Glyvra missiónshúsi, talan er um eitt rútmiskt kór.

Jórun er gift við Óla Christian Danielsen og tey eiga eina dóttir, Mina Maria Christiansdóttir. Tey búgva í Søldarfirði. (Samrøðan er gjørd í februar 2016).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.