Skriva út

Jórun Johannesen

Jórun Johannesen
deknur
Norðskála kirkja

Jórun Johannesen er ættað av Strondum og er gift til Norðskála. Hon er fødd tann 10. juni 1960. Hon var 30 ára gomul, tá ið boð vóru eftir henni í Norðskála kirkju og hon skrivaði søgu, tí hon er fyrsti kvinnuligi deknurin í Norðskála kirkju nakrantíð.

-Mín starvsleið sum deknur byrjaði í 1991-1992, tá ið Arnold Joensen, sum tá var deknur, skuldi til Danmarkar í lestrarørindum. Eg fór at avloysa hann. Aksel Dahl segði seg frá í 1994 og tá tók eg við. Eg og Maibritt hava skiftst um at lesa og eg eri eyka. Og hetta fellur mær natúrligt, tí eg havi altíð gingið í kirkju.

-Eg varð ordiliga kløkk, tá ið eg varð spurd, um eg vildi vera deknur. Tað var ein æra, tað var ein heiður og eg undraðist á, at tey bóðu meg. Hví meg, eg var bara 31 ár og hevði trý børn. Eg mátti spyrja mannin og hann tók yvir heima sunnudagar. Eg hugsaði eisini, eri eg tann rætta og dugi eg nóg væl? sigur Jórun Johannesen.

Jórun gongur høgt upp í starvið. Leygardagar finnur hon fram allar lestrarbøkurnar til komandi sunnudag og siðan fer hon at lesa uppá.

-Tað kann ganga ein løta, áðrenn eg havi bestemmað meg til hvønn lestur eg vil lesa. Eg velji ein lestur, sum ikki er for langur og heldur ikki for stuttur og so skal hann siga mær nakað. Eg kann ikki lesa fyri kirkjufólkinum ein lestur, sum ikki sigur mær nakað. Tá ið eg havi tikið støðu, fari eg at lesa upp á, alt for ofta onkuntíð. Eg dugi vanliga lestrarnar uttan at, tá eg komi fram at kórsgáttini. Ofta koma fólk við viðmerkingum aftan á, og serliga eru tey forvitin eftir at vita, hvør hevur skrivað lestrarnar.

-Okkara kirkja, er fyrsta kirkjan í landinum, sum helt gudstænastu og sunnudagsskúla samstundis. Vit kunnu vera góð 60 fólk í kirkjuni. Her er einki missiónshús og ongin samkoma. Um tú skal hoyra guds orð, má tú koma í kirkjuna og her koma fólk úr øllum samkomum. Vit halda, at hetta riggar. Her búgva 500 fólk og vanliga eru 50 fólk í kirkju og tað eru 10 prosent av fólkatalinum, og tað haldi eg ikki er vánaligt, sigur Jórun Johannesen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.