Skriva út

Jorleif Syderbø

Jorleif Syderbø
klokkari
Húsa kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

-Eg hjálpi til sum klokkari. Hetta geri eg við gleði, hetta er ikki ein kleppur um beinini. Tá eg eri heima, eri eg klokkari, sigur Jorleif Syderbø, sum er klaksvíkingur og sum er giftur við konu av Húsum. Jorleif er føddur 1. august í 1962.

-Øll vera biðin um at luttaka í gudstænastuni. Teir menn, sum hava verið her, hava tikið ungdómin við sum luttakandi í gudstænastuni, og tey hava roynt allar postar, sigur Jorleif Syderbø.

-Í morgin er ongin gudstænasta. Vit hava avlýst, tí fólk eru burturstødd. Sjálvur eri eg og konan og ein sonur á dansistevnu í Klaksvík, sigur hann.

-Men at avlýsa gudstænastuna, tað er ikki nakað, sum vit gera ofta. Tað kann teljast á einari hond, hvussu ofta vit avlýsa gjøgnum eitt ár. Vanliga eru millum 10-20 fólk í kirkju á Húsum, sum eisini er kirkja fyri Syðradal.

-Eg arbeiði hjá SEV sum linjumaður. Nú eru ongar linjur eftir, tær eru grivnar niður í kaðalar. Men hóast tað, hava vit úr at gera hjá SEV. Eg var fyrsti í níggju ár hjá SEV, tá fingu vit eina smoltstøð í Knútsdali, beint sunnanfyri bygdina og eg fór at arbeiða har. Tað var júst í hesum dali, at húskallarnir hjá Tróndi í Gøtu hildu til, tá átti Tróndur alla Kallsoynna og hann hevði eitt tilhaldsstað í Knútsdali. Eg fór aftur til SEV og nú havi eg verið í 25 ár hjá SEV., sigur hann.

Konan eitur Elin Syderbø, vit eiga átta børn og vit eru vælsignaði við teimum, ikki eitt for nógv, sigur hann.

Jorleif er elektrikari og tríggir synir hjá honum eru eisini elektrikarar.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.