Skriva út

Jónvá Gregersen

Jónvá Gregersen
altartænari
Gøta

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jónvá Gregersen er annar altartænarin í Gøtu kirkju. Hon býr í Guttastovuhúsunum, har pápi henna Hallgrímur Gregersen, sáli, er ættaður. Jónvá er fødd 11. juni 1969.

-Tað var tíðliga í 2009, at Dagbjørt, kirkjuráðsformaðurin spurdi meg, um eg vildi vera altartænari. Eg segði ja beinanvegin, tí eg visti, at systir mín hevði sagt ja. Vit eru systrar og kenna hvørja aðra, sigur Jónvá Gregersen.

-Vit hyggja í kirkjuna hvørt leygarkvøld. Vit eru vanliga báðar og er onnur burtur, er hin í kirkjuni. Eg varð rættuliga bilsin, tá eg var spurd, um eg vildi vera kirkjutænari. Maria hevði verið leingi í hesum starvi, so tað var ein heiður fyri meg at taka starvið eftir hana. Vit eru rættuliga nógv knýtt til kirkjuna. Pápi mín hevði verið nógv í kirkjuráðnum og eg var glað fyri, at eg varð biðin.

-Kirkjan hevur framtíð, kirkjan er eisini sum hon altíð hevur verið, men tað merkir ikki, at hon ikki kann broytast. Kanska fara serligar gudstænastur at koma fyri ungdómin av og á, sigur hon.

Jónvá er gift við Atla F. Hansen. Tey eiga trý vaksin børn og eitt barnabarn, ein ommuson fyri Jónvu og abbason fyri Atla.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.