Skriva út

Jonni Dahl Hansen

Jonni Dahl Hansen
organistur
Glyvra kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað er tónleikagleði sum heldur Jonni Dahl Hansen til orgulið í Glyvra kirkju og har hevur hon sitið síðan 1996. Og gleðin, sum streymar frá tónleiki fyllir nógv í hennara lívi, umframt at vera organistur, er hon eisini virkin í kóri og hevur stóra gleði av hesum. Jonni er fødd 8 august 1967 og er tilflytari í Saltangará í Runavíkar kommunu. Hon er fødd og uppvaksin á Norðskála og gift og býr í Saltangará.

-Mær hevur altið dámt tónleik. Tá ið foreldrini sóu hetta, góvu tey mær ein gamlan gittara, sum pápi hevði keypt í New Foundlandi. Seinni fekk eg eitt lítið orgul og hetta gjørdist mítt ljóðføri. Eg fekk undirvísing í klaveri frá tí eg var 12 ára gomul. Fyrst var tað Gudmund Mortensen, sum tá var lærari á Eiði og síðan Hans Erland í Brekkunum. Eg fekk góða undirvísing og sum 17 ára gomul spældi eg fyri fyrstu ferð við urguna í Norðskála kirkju, sigur Jonni Dahl Hansen.

-Eg giftist í 1992 og fekk eftirnavnið Hansen aftur at og tá koyrdi eg sunnudagar til Norðskála at spæla orgul. Tað var ikki fyrr enn í 1996 at eg byrjaði at spæla orgul í kirkjuni á Glyvrum. Tá spældi eg saman við Christian Hammer,sum hevði verið organistur í mong ár.

-Vit búgva í nýggja býlinginum í Saltangará og vit hava verið glað fyri at búgva her, tað er eitt nemt fólkaslag, sum vit búgva saman við.

-Eg havi eisini verið virkin í kóri. Símun Nónklett stovnaði eitt kór í1969, tað livdi í nøkur ár og sovnaði aftur. Síðan Meinhard Bjartalíð, prestur, kom í Glyvra kirkju hevur hann staðið fyri kóri og tað hevur verið deiligt. Sjálv havi eg staðið fyri barnakóri saman við svigarinnuni Maritu Joensen í tíggju ár. Vit hava verið upp í 60 í kórinum, nú eru 30 og tað er nógv.

-Sjálv haldi eg,at eg venji ov lítið fyri tíðina og tað havi eg ringa samvitsku av og tað er ringa samvitskan, sum skumpar meg aftur til orgulið.  Serliga treingi eg til at venja meira undan og eftirspælið. Vit organistar mugu venja, um ongin syngur við, er tað líka mikið og eru vit ikki í venjing, tá spæla vit ikki væl og hvussu kann tá kirkjuliðið hava hug at syngja, hetta hongur saman. Glyvrafólk syngja øgiliga væl við, og tað er ein stuttleika at spæla, eg kenni frælsi og kann næstan gera tað eg vil.

Jonni hevur tikið útbúgvingina premiliner organistprógv sum Musikkskúlin skipaði fyri. Hendan útbúgvingin gevur atgongd til konservatoriið og Jonni kennir seg tryggari við orgulið eftir hesa útbúgving.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”