Skriva út

Jonna Johannesen

Jonna Johannesen
organistur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jonna Johannesen er fødd og uppvaksin á Hellunum. Sum vaksin fór hon til Klaksvíkar og har møtti hon manninum Guttorm Johannesen úr Hvannasundi. Tey giftust og búsettust í Hvannasundi. Men áðrenn hetta er ein søga, sum skal sigast. Jonna er fødd 7. september 1934.

-Eg var 14 ára gomul og búði hjá foreldrunum á Hellunum, tá íð eg lærdi at spæla orgul. Tað var lærarinnan á staðnum Louisa Johannesen, sum lærdi meg at spæla. Eg eri ikki serliga musikalsk, haldi eg sjálv, men av eini ella aðrari orsøk, fall tað mær ógvuliga lætt at læra at spæla orgul. Tað var ikki bara okkurt. Louisa hevði lært at spæla allar fýra stemmurnar, tá íð hon gekk á læraraskúla og hesar lærdi hon meg, sigur Jonna Johannesen.

-Tá vóru tveir flokkar á Hellunum og eg plagdi at venja, tá tey yngru vóru í skúla. Orgulið stóð í skúlanum, sum eisini varð nýttur til lestur. Louisa var aðru hvørja viku lærari í skúlanum í Fuglafirði og aðru hvørja viku á Hellunum, hon gekk ímillum, sigur hon.

-Eg spældi fyrstu ferð til gudstænastu á Hellunum eitt trettandakvøld. Eg minnist væl sangin, sum eg spældi. Hann kallaðist “Du Herre Krist”. Tað var ein deilig tíð, barnaárini á Hellunum, sigur hon.

-Lærdómur er lættur at bera og tá eg kom til Klaksvíkar, dugdi eg framvegis at spæla. Eg lærdi mannin Guttorm Johannesen at kenna í KFUM. Vit kendust í 12 ár, áðrenn vit fóru at halda saman. Eg var gomul genta tá. Vit giftust 3 juli í 1967 og settu okkum niður í Hvannasundi. Vit hava fingið fýra børn, tvær døtur og tveir synir. Og tað hevur vignast væl, vit eiga 12 barnabørn og fýra langbarnabørn. Guttorm er ikki millum okkum longur, sigur Jonna Johannesen.

-Eg havi spælt nakrar ferðir í Hvannasunds kirkju. Fyrstu ferð eg spældi var tá organisturin Jústinus í Frammistovu giftist. Tá vóru vit akkurát flutt norður í Sund at búgva, sigur hon.

Jonna býr í dag í Klaksvík á Selheygarvegnum 5 í eini hugnaligari íbúð. Men tá íð veðrið er gott leingist hon aftur norður í Hvannasund.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.