Skriva út

Jonna Jensia Thomsen

Jonna Jensia Thomsen
deknur
Húsavíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ymiskt er, hvussu fólk gerast deknar. Jonna fór í kirkju, sum hon vanliga ger ein sunnudag í Húsavík. Hon hevur fast pláss á sætta bonki høgrumegin og meðan hon situr har, kemur kirkjuráðsformaðurin Eisinbjørg Clementsen og spyr, um hon vil vera deknur. Jonna er fødd 21. januar 1981.

-Eg hevð følt á mær, at hon fór at spyrja meg. Hon hevði verið einsamøll deknur, síðan Hanus undir Leitinum so knappliga varð tikin frá okkum.

-Eg brúki nógva tíð upp á lestrarnar. Lesi fleiri ferðir í gjøgnum. Synirnir duga dagsins lestur næstan uttanat. Og tað besta av øllum er, at mær dámar væl at lesa fyri kirkjufólkinum. Eg kenni hetta ábyrgdarfult. Skal tað vera kirkjugongd, mugu onkkur taka ábyrgd.

-Eg lesi tríggjar sunnudagar í trekk, síðan systir mín Mary-Ann Anthoniussen og síðan Eisenbjørg Clementsen.

-Eg eri heimagangandi og havi verið tað seinastu sjey árini vegna sjúku. Eg eri heimagangandi við tveimum synum. Vit eru júst flutt til Skopunnar at búgva, áðrenn búðu vit í Húsavík. Vit hava keypt hús í Skopun, maðurin er ættaður hagani.

-Men eg koyri fegin eystur í kirkju. Eg havi altíð gingið í kirkju. Pápi mín er kirkjufólk, mamma er ikki. Eg eri glað fyri at vera deknur og at bera boðskapin víðari.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.