Skriva út

Jonhard Klettheyggj

Jonhard Klettheyggj
deknur
Hoyvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Johnhard Klettheygg hevur verið deknur í Hoyvíkar kirkju síðan triðja sunnudag í advent í 2017. Hann er føddur 6. januar 1970.

-Eftirnavnið stavar úr Sandvík og er gjørt úr navninum á Klettiniheyggi. Abbi mín Jóan Pauli Poulsen keypti eftirnavnið í 1947. Tá vóru tað tríggir í bygdini, sum itu tað sama, sigur Johnhard Klettheyggj.

-Bente Kjær, kirkjuverji ringi til mín og spurdi um eg vildi gerast deknur. Annika Højgaard, sum var deknur, gavst. Eg var akkurát staddur á Norðurlandsráðsfundi sum embætismaður fyri løgtingið og hevði ikki sæð meg sjálvan í rolluni sum dekn fyrr. Eg hevði hugsað, at hetta var heldur eitt starv fyri hálvgamlar menn. Og so gekk tað upp fyri mær, at eg var við at gerast hálvgamal, eg segði ja, og havi ikki angrað avgerðina, sigur hann.

-Hetta er ikki bundisligt arbeiði. Eg havi lisið ein lestur, síðan eg byrjaði. Vit eru fýra deknar sum skiftast. Tað er hugnaligt at lesa lestur og krevur eisini nakað av fyrireiking.

Johnhard Klettheggj er útbúgvin løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Dagliga starvast hann sum stjóri á løgtingsumsitingini.

-Løgtingið er eitt serstakt arbeiðspláss og har er eitt øgiligt press á á jólum og tá tingið fer heim í apríl.

-Eg eri uppvaksin í Sandvík, har eg gekk í skúla, eg gekk eisini í skúla í Hvalba og síðan á Tvøroyri, har eg tók HF prógv. Eg arbeiddi og var til skips í tvey ár, áðrenn eg fór niður at lesa í 1992.

-Konan eitur Odbjørg og er út Hovi. Vit møttust, tá íð vit gingu á HF. Hon í Vági og eg á Tvøroyri, men hetta var sum ein skúli, sigur hann. Johnhard og Oddbjørg eiga trý børn.

Johnhard er byrsumaður og hevur verið ein rættuliga íðin harumaður, men tað hevur hann ikki rættuliga stundir til longur. Honum dámar eisini væl leirdúgvuskjóting, sum fer við nógvari tíð.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.