Skriva út

Jóngerð Mikkelsen

Jóngerð Mikkelsen
deknur
Skúlin í Gásadali

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóngerð býr í Sørvági saman við manni sínum Sjúrða. Og tað hava tey gjørt leingi. Men tey eru eisini tænarar í skúlanum í Gásadali, tá íð gudstænasta er, og tað hava tey verið leingi. Jóngerð er fødd 27. desember 1956.

-Maður mín Sjúrður arvaði eini hús frá pápa sínum, sum var gásadalsmaður, og eg byrjaði sum deknur, tá íð vit vóru uppi í dalinum í húsunum. Dagny Joensen í Tøvuni var deknur, hon gjørdist sjúk og doyði eftir stutta sjúkralegu og eg gjørdist deknur og eg eri enn, sigur Jóngerð Mikkelsen.

-Maður mín er ættaður úr Gásadali, men tað eri eg eisini. Abbi mín Jóan Jakku Hendriksen var ættaður Uppi í húsi í Gásadali. Hann fluttir oman til Sørvágs og búsettist her.

-Tað er meiningsfult at lesa lestur fyri fáum fólkum. Tú kemur so tætt í kontakt við fólkið. Og fólk eru røsk at koma í skúlan í Gásadali til gudstænastu. Har eru millum 4-15 til eina vanliga gudstænastu, harav einans trý gásadalsfólk. Tey, sum koma í summarhúsini, eru røsk at koma í skúlan til gudstænastu. Og hvussu leingi halda vit fram? Gudstænastan heldur fram í Gásadali í hvussu er so leingi sum gásadalsfólk koma til gudstænastu, sigur hon.

-Fyrr lá tað ikki fast, nær gudstænastan var sunnudagar. Tað gekk fyri seg á tann hátt, at Solberg gekk í húsini og boðaði “Skúlaboð” í merkingini, at nú var gudstænasta. Tá ið Solberg sá, at pápi Petru í Dalinum, John Joensen, deknurin, íð búði nakað burtur frá bygdinisum fór hann í húsini við skúlaboðum, sigur hon.

-Tá íð Dagny í Tøvuni tók við sum deknur, var farið at ganga í skúlan fast klokkan 11 sunnumorgun.

Jóngerð og Sjúrður eiga fýra dreingir og og fimm barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.