Skriva út

Jón Magnus Joensen

Jón Magnus Joensen
organistur
Fríðrikskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jón Magnus Joensen man vera ein av okkara organistum í føroysku kirkjunum, sum hevur drúgvast starvsaldur. Hann hevur verið yvir 30 ár í tænastuni og spælir í fleiri kirkjum. Og hetta at vera trúgvur í starvinum hevur hann ikki frá ongum. Pápi hansara Henry Debes av Argjum hevur verið organistur á Argjum og á landsjúkrahúsinum í mong áratíggjur. Jón Magnus Joensen er føddur 31. mars 1963.

-Eg búgvi á Toftum og havi júst fingið starv sum organistur í Fríðrikskirkjuni. Tað sum lokkaði mest var orgulið, sum er sera gott. Men tað bleiv ov nógv fyri meg at vera organistur bæði í Leirvík, í Glyvra kirkju og í Fríðrikskirkjuni og tí valdi eg at siga starvið í Leirvík frá mær, sigur Jón Magnus Joensen, sum júst er byrjaður í Fríðrikskirkjuni.

-Eg eri takksamur fyri tíðina í Leirvík, var har í fýra ár. Eg havi verið organistur í nógvum kirkjum í Føroyum. Tá eg hevði tikið PO, premilinær organisteksamen, var eg eitt skifti fast organistur við Tvøroyar kirkju og aðrar kirkjur í Suðuroy. Í dag livi eg at eisini av at vera lærari og mála og spæla orgul.

Jón Magnus Joensen er giftur við Annelisu sum er ættað úr Kolbeinargjógv. Tey eiga trý børn. Magnus hevur sum lærari eisini gjørt undirvísingartilfar til fólkaskúlan til 4-6 flokk.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.