Skriva út

Johs Andrias Næs

Johs Andrias Næs
organistur
Porkeris kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Johs Andrias Næs, sum var skúlaráðgevi í eitt mannaminni, hevði eina fortíð sum organistur í Porkeris kirkju. Vit skulu heilt aftur til árini 1946-49, tá íð hann var í føstum starvi sum lærari við Porkeris skúla. Hendan samrøðan var gjørd 27. mars 2017. Johs Andreas Næs er føddur 16. september 1920 og andaðist 5. juni 2018.

-Eg tók læraraprógv í 1942, einans 22 ára gamal. Eg hevði verið vikarur á Tvøroyri og í Sumba. Í 1946 fekk eg fast starv við Porkeris skúla og tað var í hesum sambandinum, at eg fór at spæla í kirkjuni. Eg var bæði organistur og deknur í Porkeris kirkju. Danbjørg hevði verið áðrenn. Eg var trý ár lærari í Porkeri, tá fekk eg starv við realskúlan í Vági. Her var eg tey næstu 13 árini, til eg fekk starv sum skúlaráðgevi á serundirvísingini í Havn. Hetta var í 1962. Eg lærdi at spæla orgul á læraraskúlanum, eg minnist, at Jákup Dahl, próstur var sensor, tá eg skuldi upp til orgulprógv og eg spældi sálmin hjá Luther, “Vár  Gud er føst og haldgóð borg,” sigur Johs Andrias Næs.

-Eg hevði hús og familju í Vági og var búgvandi har til 8. oktober 1966. Tá fluttu vit í nýbygd hús á Sólteigi 6 í Havn. Konan var úr Sumba, Brynhild Setberg. Pápi hennara doyði, tá íð hon var átta ára gomul. Hann arbeiddi á Hvalastøðini í Lopra. Hon kom til Vágs og var verandi og vit komu saman. Tað hevur fruktað væl. Vit giftust í 1948 og leigaðu eini hús í Vági, meðan eg var lærari í Porkeri. Vit fingu tvær døtur og tveir synir. Tað er vorðið til 11 barnabørn og 14 langbarnabørn. Konan var fødd 27. juli 1922 doyði nýggjársdag 2012, sigur Jóhs. Andreas Næs, sum undir samrøðuni er langt uppi í hálvfemsunum og púra klárur í høvdinum.

-Í tríatiárunum var ein veldug veking í Suðuroy innan heimamissiónina. Serliga nógv í Porkeri, men hon breiddi seg eisini til Hvalba og Sumbiar. Eg gjørdist ávirkaður av hesum og var við til at gera heimamissiónssangbókina. Eg týddi sálmar longu meðan eg gekk á læraraskúlanum, sigur hann.

-Eg vaks upp í Nesinum í Hvalba og her nýtti eg hvørja einastu summarferiu, til vit fluttu til Havnar. Eg sakni tey, sum er var knýttur at og sum ikki eru til longur. Tað er sorgarkent, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.