Skriva út

John Petersen

John Petersen
deknur
Fuglafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

John Petersen hevur verið deknur í Fuglafjarðar kirkju í mong ár. Hann er ikki longur. John er føddur 1. oktober í 1966.

-Eg var kirkjutænari í Fuglafjarðar kirkju í 16-17 ár og eg gavst, tí tíðin var komin. Arbeiðslívið fer við rættuliga nógvari tíð. Eg havi seinastu árini verið fíggjarstjóri hjá Vónini og nú um ársskiftið 2020/2021 taki eg við nýggjari avbjóðing. Eg fari í nýtt starv sum fíggjarstjóri hjá JT Eletrik, sigur John Petersen.

-Eg havi altíð gingið í kirkju og verið við í kirkjuligum arbeiði.Bæði í Fuglafirði og aðrastaðni. Hetta hevur verið í sunnudagsskúla, ungdómsmøtir og so framvegis, sigur hann.

-Eg gjørdist deknur í 2003.Tað var Uni Næs, prestur, sum bað meg. Vit vóru fýra deknar, áttu eina viku í part og í so máta var ikki talan um nakað stríggið arbeiði. Orsøkin til, at eg játtaði at vera deknur var, at eg vildi vera við til at varðveita orðið um Jesus í fólki okkara.

-Frá smádreingi av minnist eg, at vit møttu tíðliga í kirkju, tá knelaðu klokkarin og deknurin frammi í altarringinum í bøn áðrenn gudstænastuna. Hendan góða vanan høvdu kirkjutænararnir hildið fram við, tá íð eg tók við. Mín seinasta gudstænasta sum deknur var tann fyrsta í 2020,sigur hann.

John er uppvaksin í Fuglafirði í stórum systkinnaflokki. Hann er ein av 12. Hann býr á Kambsdali saman við konuni Jóngerð, sum er ættað úr Hoyvík. Tey eiga trý vaksin børn og eitt barnabarn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.