Skriva út

John Mikkelsen

John Mikkelsen
organistur
Kaldbaks kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

John Mikkelsen roknar seg sum havnarmann, hóast hann býr í Kaldbak. Og mamman er úr Gásadali og pápin úr Vestmanna. Og hann er eisini organistur í Kaldbaks kirkju og ein søga er aftanfyri alt.

-Eg eri av eini musikalskari familju á Tinghúsvegnum í Havn. Tað er serliga horntónleikur, sum hevur verið á skránni og menn langt aftur í familjuna hava verið stamman í Havnar Hornorkestri.  Eg havi sjálvur spælt horn.

-Hví eg eri organistur í Kaldbaks kirkju. Orsøkin er einføld, eg eri avloysari, tí ongin annar hevur verið at taka til.  Tá ið mann kemur á bygd, er ein noyddur at taka tørn í felagslívinum. Orsøkin til, at eg kann brúkast sum orgulleikari er, at eg í hornorkestrinum lærdi at lesa G lykilin, ella tað høgra hon spælir og tað er sami lykil, ein nýtir til orgul. Og síðan hav eg lært meg restina, soleiðis at vit hjálpast.

-Eg havi eisini í mínum ungu døgum spælt til dans í einum orkestri saman við Dagfinn Olsen og øðrum.

John er KT maður og hevur starvast  innan hetta virkisøki síðan 1987.

-Eg arbeiddi í mong ár við at menna forrit til fíggjarstýring og gjørdist at enda troyttur av tí. Eg fór at lesa og valdi eitt fak, sum lá so langt frá KT tøkni sum hugsandi var. Eg tók eina BA í føroyskum máli og bókmentum. Men eg endaði aftur innan teldur, geri orðabókaarbeiði og undirvísi á Faorese online, sum er netundirvísing í føroyskum.  Og nú eg havi verið frá mínum gamla arbeiði, byrjar áhugin aftur at vakna fyri tíð.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”