Skriva út

John Joensen

John Joensen
organistur
Haldórsvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað var ein kvinna, sum ikki spældi orgul sjálv, sum lærdi meg C skalain. Tað var kona pápabeiggjan Villa, sum gjørdi hetta og hon nevndist Ella. . Orgulið stóð í teirra bestu stovu og har vandi eg, sigur John Joensen, sum er hálvur nólsoyingur, ættaður úr Gortrastovu í Nólsoy. Sum smádrongur búði hann í Nólsoy og síðan fluttu foreldrini til Haldórsvíkar. John er føddur 8. september 1941.

-Tað gekk væl við venjingini og tá ið eg var 11-12 ára gamal í 1952 spældi eg nakrar sunnudagar til gudstænastu í kirkjuni við tveimum fingrum. Tá vóru allir menn í Íslandi. Eg minnist, at eg var øgiliga nervøsur. Eg spældi eisini nakrarferðir aftur, tá ið eg var 14 ára gamal. Tað hendu broytingar í okkara lívi. Pápi doyði av tuberklum og mamma giftist upp aftur á Argjum og tá flutti eg úr Vík og kom ikki aftur fyrr enn seinni, vaksin, sigur John Joensen.

-Eg var sum næstan allir mínir javnlíkar til skips. Eg sigldi frá tí eg var 15 og til eg var 34 ára gamal. Eg fór í land og for at arbeiða hjá mjólkaforsýningini. Eg koyrdi mjólkabil í góð 10 ár. Eg koyrdi eftir oygg.

-Í 1987 fluttu vit til Svøríki. Eg var komin til trúgv og ein rødd inni í mær bað flyta. Vit vóru í Svøríki øll tey ringu kreppuárini í Føroyum. Eg arbeiddi á eini verkssmiðju, sum beklæddi setur til Saab bilar. Vit vóru heili 15 ár í Svøríki. Konan Solveig er ættað úr Funningi. Vit keyptu sum nýgift eini eldri hús í Vík, tey eru bygd í 1910 og her búgva vit enn. Vit hava fingið seks børn, trý av hvørjum kyni og vit eiga 24 barnabørn og 25 langbarnabørn. Tann eina dótturin eigur sjey børn, sigur hann.

-Eg fekk ongantíð nakra útbúgving, foreldrin høvdu ikki ráð  og soleiðis bleiv tað, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.