Skriva út

Johild Finnsson

Johild Finnsson
kirkjuverji
Glyvra kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Á Klávusarvegi 2 á Glyvrum búgva hjúnini Johild og Óli Finnson. Hon er um 60 ára gomul og maðurin er 85. Hon hjálpir presti, tá ið altargongd er, tí Glyvra kirkja er ein stór kirkja og fleiri borð eru, tá ið altargongd er.

-Tað var Jákup Kass, prestur, sum bað meg sum hjálpara hjá honum undir gudstænastuni. Eg skuldi hjálpa til við altargongdini. Eg eri í hesum starvinum enn.

-Tað eru 25 ár millum meg og mannin. Men hann er ungur í sinninum og ein lagaligur maður. Vit hava skiftst um at bestemma í húsinum. Hann bestemmar uttanfyri og eg inni.

-Eg var stødd i Norra. Er eri diakonur og røktarheimshjálpari og eg ætlaði mær faktisk ongan mann. Eg ætlaði at fara út í heim til hjálpararbeiði, tá ið Óli prejaði meg. Hann var vorðin einkjumaður og átti trý børn. Vit hava eisini fingið trý børn.

-Tey fyrstu árini, tá íð eg kom heim aftur, arbeiddi eg á Vistarheiminum við Toftavatn. Tað var Karolina Petersen, sum tók stig til hetta heimið. Eg arbeiddi har til tað lat aftur í 2002. Nú er tað heim fyri dement. Eg havi eisini arbeitt eitt skiftið á Ellis og Røktarheiminum. Eg havi verið drúgv og havi arbeitt 30 ár innan hetta økið.

-Óli og fyrra konan bygdu okkara heim á Klávusarvegi í 1970. Í 1984 flutti eg inn í húsini og vit hava verið her síðan. Tá var yngsti drongurin hjá Óla 18 ára gamal. Tey blivu skjótt góð við meg og eg við tey. Eg hugsaði nógv um, um eg var í teirra støðu, hvussu hevði eg so vilja, at nýggja mamman ella konan hjá pápanum skuldi vera. Tey hava eisini verið góð sum hálvsystkin. Elsta dótturin hjá Óla er næstan javngomul við meg. Tað er eitt sindur undarligt.

-Og tað er vaksið undan okkum. Óli eigur seks barnabørn og dóttur okkara hevur fingið eina dóttir, so nú eri eg eisini omma, sigur Johild Finnsson.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.