Skriva út

Jóhannes Ellingsgaard

Jóhannes Ellingsgaard
organistur
Kunoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóhannes Ellingsgaard hevur verið organistur í Kunoyar kirkju í mong Harrans ár. Hann tók við starvinum 24. juni 1988 og gavst í november 2017. Jóhannes Ellingsgaard er klaksvíkingur og býr í Klaksvík. Jóhannes er føddur 1. oktober 1932.

-Orsøkin til at eg gjørdist organistur í Kunoy var, at bygdin hevði fingið fast samband og koyrandi var í millum. Eg og konan fluttu niður í 1977 og vóru niðri til 1988 ella í góð 10 ár. Meðan eg var niðri, var eg kirkjutænari í Hellerup Åndshus. Niels Pauli Danielsen, sum tá var prestur í Klaksvík spurdi meg, um eg vildi vera organistur í Kunoy, tá ið prestur var, og eg segði ja. Fyrstu ferð eg spældi í Kunoyar kirkju var til eina jarðarferð og hetta var longu í 1985. Niðri tók eg preminiler organisteksamen, so eg eri útbúgvin organistur, sigur Jóhannes Ellingsgaard.

-Eg fall til beinanvegin í Kunoyar kirkju. Bygdafólkið tók væl í móti mær. Eg havi kent meg væl í Kunoy og havi verið glaður fyri at gera tænastu her. Fyrsta árið var onki orgul, tá hjálptust vit við einum ljómborði ella keyboard, sum tað eisini verður kallað. Hetta orgulið, sum nú er í kirkjuni hevur 35 stemmur, tveir manualir og fótpedalar. Hetta er eitt gott orgul og gott til undirvísing.

Jóhannes hevur verið ein av teimum trúgvu kirkjutænarunum í føroysku fólkakirkjuni, hann hevur verið tænari síðan 1960, eisini í Klaksvík.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.