Skriva út

Jóhannes Ellingsgaard

Jóhannes Ellingsgaard
deknur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað eru 57 ár síðan Jóhannes Ellingsgaard, ofta bara róptur deknurin, stóð fyrstu ferð á kórsgáttini sum deknur. Samrøðan fer fram í 2017. Fyrsta sunnudag í advent í 1960 stóð Jóhannes fyrstu ferð sum deknur í gomlu kirkjuni í Klaksvík og hann røkti hetta starv út í eitt tey næstu 17 árini fram til 1977.

-Gamla kirkjan var vorðin ov lítil og Jóhan Nielsen, prestur var somikið væl umtóktur, at hann sprongdi gomlu kirkjuna. Hon var fullsett og rúmaði ikki øllum, sum høvdu hug at koma í kirkju. Hetta var grundin til, at farið var undir at gera eina nýggja kirkju. Tað er bara spell, at gamla kirkjan varð tikin niður. Hon hevði saktans kunna verið brúkt í dag, so ringum standi var hon heldur ikki í. Men eg haldi, at orsøkin til at hon varð tikin niður var, at man sá seg ikki føran fíggjarliga at halda hana.sigur Jóhannus Ellingsgaard.

-Eg haldi, at Christianskirkjan, sum Peter Koch, arkitektur teknaði, tekur seg væl út. Hann fekk íblásturin úr Føroyum, neystini í fjøruni síggjast aftur í kirkjuni og grótið myndar okkara landslag.

Eftir 17 ár sum deknur í Klaksvík fór Jóhannes til Danmarkar.

-Eg fekk starv sum professionellur kirkjutænari í Endelave, har eg bæði var gravari, klokkari og organistur. Tað var eitt gott arbeiði og eg treivst væl. Eg fór eisini undir at læra meg av sonnum at spæla orgul. Eg lærdi eitt nú á Løgum Kloster musikkskúla. Eg var eitt skifti við Helligåndskirken í Keypmannahavn og síðan í Hørsholm, har eg var til 1988. Eg tók Præmilinerprógv sum organistur, meðan eg var niðri og eg havi síðan eisini verið organistur í Føroyum. Eitt nú hjálpti eg Niels Paula Danielsen í Kunoyar kirkju og eg spæli eisini í Eiðis kirkju.

Jóhannus er giftur við Áslu og tvey eiga tvær døtur og eina abbadóttir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.