Skriva út

Jóhannes Álvheygg

Jóhannes Álvheygg
deknur og klokkari
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vit sita í hugnaligu stovuni hjá Jóhannes Álvheygg í húsunum í Ruds Vedby, tætt við Sorø á Sælandi. Dagurin er 6. apríl 2018, Jóhannes Álheygg er 94 ára gamal. Hann fekk ein blóðtøpp fyri nøkrum døgum síðani og var dottin, uttan at bróta nakað. At hann er dottin, sæst á pannuni á myndini.

Jóhannes Álvheygg er ein legenda sum kirkjutænari og deknur í Havnar kirkju, sum nú verður kallað Dómkirkjan. Í 46 ár var hann klokkari, deknur og kirkjusangari í kirkjuni, heilt til hann í 1997 flutti av landinum at vera meira saman við børnunum, sum búðu niðri á Sælandi.

-Eg mann vera tann í Havnar kirkju sum havi latið flest prestar í og rætta flest brúarslør, sigur hann við seg sjálvan, meðan vit sita og práta. Hann er merktur av blóðtøppinum, men minnist væl. Og onkur meira óunnilig søga er eisini.

Eitt kvøldið hann hevði verið í kirkjuni í samband við eina jarðarferð dagin eftir, hevði hann sløkt í kapellinum, har kistan stóð og skuldi fara út aftur, men knappliga stóð hann fastur í myrka rúminum. Jakkin hekk fastur í einum at knarvunum, sum skrúvaðu lokið á kistuna.

-Tá gjørdist er kløkkur, sigur Jóhannes Álvheygg.

Jòhannes hevur eisini verið virkin í kirkjulívi í Danmark, síðan hann flutti niður. Frimann á Brúnni var sjúkur og tá læs hann prædikur hjá honum í Peturskirkjuni uttanfyri Sorø.

-Seinastu ferð eg var í Føroyum var í 2005. Tá hitti eg allar dreingirnar, sum gingu í KFUK, tað var hugnaligt.

-Alt gjørdist so undarligt, tá konan Astrid doyði  í august 2010. Men lívið hevur gingið víðari. Vit giftust í 1946. Hon var ættað av Fløtti Við Sjógv á Strondum.

Sum Blákrossskrivari útflýggjaði Álvheygg tíggjutúsundtals Andabustablettir til føroyingar, sum ikki dugdu sær hógv í brennivíni.

-Tað virkaði væl og var gott fyri onkran, sigur hann.

Álvheygg er ættaður úr Vík, har hann vaks upp. Hann fór til skips, men gjørdist sjúkur av diskus prolaps og var fyrsti føroyingur, sum fekk skurðviðgerð fyri hesa líðing. Efti tað kundi hann ikki gera likamligt arbeiði og kom til Havnar, har hann byrjaði at arbeiða hjá Mariu Poulsen og síðan kom hann inn í kirkjutænarastarvið og skrivari hjá Bláa krossi.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.