Skriva út

Jóhanna Vesturdal

Jóhanna Vesturdal
deknur
Eiðis kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Yviri í Gjógv, omanfyri vegin á Eiði, búgva Jóhanna og Høgni. Tey itu ávikavist Vesturdal og Sóloy til eftirnavn, tá íð tey møttust og tóku bæði verandi eftirnøvn inni í hjúnarlagið, soleiðis at hon alla tíðina hevur skrivað seg gentunavnið Vesturdal og Høgni hevur hildið fast um Sóloy. Jóhanna hevur í mong ár verið deknur í Eiðis kirkju. Hon er fødd 30 desember 1938.

-Vit vóru rættuliga tilkomin, tá íð vit møttust og hann fall fyri mær beinanvegin. Hann er svínoyingur og var komin til Eiðis at standa fyri flakavirkinum, hetta var í 1977, eg arbeiddi har og tað blivu vit og vit hava havt tað gott. Vit bygdu hús her Yviri í Gjógv og her hava vit trivist væl, sigur Jóhanna Vesturdal og minnist hon ikki, hjálpir Høgni við minninum.

-Vit fingu ongi børn, vit vóru so gomul, tá íð vit komu saman, sigur hon skemtandi.

-Eg havi verið deknur í kirkjuni í umleið 23 ár. Eg gavst, tá íð nýggi deknurin, Guðrun Ejdesgaard tók við. Tað liggur í familjuni at vera deknur, abbi mín Heini Nygaard læs leingi. Eg avloysti Hans Jacob Ellingsgaard og bleiv eg fastur deknur, tá íð hann fór frá, sigur Jóhanna Vesturdal.

-Mær dámdi væl at vera deknur, vit eintust væl. Eg og Petur Simonsen skiftust. Síðan kom Sólrun Kruse og so vóru vit trý, sum skiftust. Og tá prestur var burtur, lósu vit lestur, tá var neyðugt at fyrireika seg áðrenn og eg læs altíð lesturin hart fyri mær sjálvum leygarkvøld, sum gudstænastan var sunnudag, sigur hon.

-Lívið er undarligt, tíðin gongur so skjótt og áðrenn tú veit av, er tú vorðin gamal. Men vit eldru duga at hugna okkum á Eiði, vit koma javnan saman í Eiðisstovu og tað er gott fyri okkum.

Umframt at vera deknur, hevði Jóhanna annað álitisstarv. Hon hevði kirkjurokniskapin í mong ár. Og kirkjurokniskapurin hevði verið í húsinum, har hon vaks upp, hon arvaði hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”