Skriva út

Johanna Paula Fríð Samuelsen

Johanna Paula Fríð Samuelsen
deknur
Elduvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóhanna Paula er fødd í Klaksvík, doypt í Funningi og konfirmerað og gift í Havn. Hon búði í Funningsfirði til hon var trý ára gomul og síðan fluttu foreldrini til Havnar. Foreldrini vóru Jóhannes Johannesen úr Gjógv og Frida í Lon Danielsen úr Nólsoy. Mostir Johannu Tóra var gift við Vilmund í Funningsfirði og har av sambandið við Funningsfjørð. Jóhanna er fødd 26. juni 1950.

-Vit, Ólavur og eg, giftust tann 23. mars í 1970 og búði tey fyrstu tíggju árini í Vík, har maðurin er ættaður. Síðan keyptu vit hús á Toftum í 1981. Ólavur fann upp á at keypa jørð í Elduvík. Vit keyptu jørð og hús í Elduvík í 1994 og búðu í Elduvík í nøkur ár. Maður mín sigldi sum skipari á trolarum undir Føroyum. Í hesum tíðarskeiðnum var eg eina setu í Elduvíkar kommunu, nú er kommunan ikki til longur.

-Eg fór seint at læra til lærara og var fyrst lærari í Klaksvík og síðan havi eg verið lærari við Runavíkar skúla, sigur Johanna Paula.

-Meðan vit búðu í Elduvík, kom Malevinus Reyná, sum var deknur og spurdi meg, um eg vildi hjálpa til, eg játtaði. Eg avloysti í fyrstuni og síðan gjørdist eg fastur deknur. Mær dámdi rættuliga væl at lesa og kann siga í dag, at eg var glað fyri tíðina í Elduvík, sigur hon.

Í dag búgva Johanna Paula og Ólavur á Glyvrum í húsunum, sum fyrr vóru navigatiónskúli. Tey møttust í 1968 í Føroyingahavnini, har hon arbeiddi og giftust tvey ár seinni. Tey eiga tveir dreingir og eina gentu og sjey barnabørn. Og seinasta nýggja er, at tey eru flutt á Toftir, meðan sonurin býr í húsunum á Glyvrum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.