Skriva út

Jóhanna Maria Hanusardóttir Lydersen

Jóhanna Maria Hanusardóttir Lydersen
klokkari
Hattarvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóhanna Maria situr fram á borðið í stóra og rúmliga køkinum í Útistovu í Hattarvík. Hon er einsamøll í húsi ein stóran part av árinum, tí maðurin siglir við donskum rækjubáti í Grønlandi og er nógv burtur. Jóhanna, sum er fødd 22. juni í 1984 er bóndi í Útistovu og hevur 128 áseyðir. Eg hitti hana seinast í mars 2021.

-Eg var vaksin, tá framvegis var gudstænasta í Hattarvík við lestri hvønn sunnudag. Nú er bara gudstænasta, tá íð prestur er. Seinast gudstænasta var í Hattarvik var fjorða sunnudag í advent í fjør og nú skriva vit mars, sigur hon.

-Vit eru bara fýra fastbúgvandi í Hattarvík, viðhvørt fimm. Eg eri festari av Útistovufestinum, sum pápi eisini var festari av. Festið var ein orsøk til, at eg flutti út aftur. Eg búði fleiri ár í Klaksvík, gekk í skúla har. Mamma var ættað úr Klaksvík. Og síðani havi eg eisini gingið á Kambsdali.

-Eg flutti út aftur til Hattarvíkar í 2004. Mamma doyði í 2003. Vit búgva í barndómsheiminum í Útistovu.

-Eg veit ikki, um bygdin doyr út. Men her sær onki út sum er. Vit ugga okkum við, at her er nógv fólk sum summarið. Eg veit ikki, um tað kennist einsligt, eg havi ikki stundir at keða meg. Eg taki mær av avgreiðsluni av tyrlunni og so havi eg seyðin eisini, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.