Skriva út

Jóhanna Johannesen

Jóhanna Johannesen
organistur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóhanna Jóhannesen hevur eina velduga ávirkan á unga ættarliðið av urguleikarum í Norðoyggjum. Hon undirvísir teimum í urguspæli og klekir nógvar undan hennara kønu undirvísing, hon er ein íblásari av teimum stóru. Og hon er ikki bara lærari, hon er sjálv organistur í Christianskirkjuni. Jóhanna er fødd 3. november 1962.

-Eg búgvi í Klaksvík og eri uppvaksin á Argjum og í Suðri. Hetta komst av at pápi mín, Martin Hammer, var trúboðari í Føroyum. Eg eri uppvaksin í tónleiki. Mamma spældi guitar og babba spældi orgul. Tónleikur hevur fylgt nógv í okkara uppvøkstri. Mamma vildi so fegin, at eg skuldi læra at spæla orgul ella klaver og eg fekk undirvísing. Eg lærdi hjá Paula í Sandagerði og seinni hjá Jensinu Tausen úr Havn. Hetta komst av, at Jensina gekk á Húsarhaldsskúla í Klaksvík og tá fekk eg undirvísing frá henni, sigur Jóhanna Johannesen.

-Síðan fór eg á kvøldskúla her í Klaksvík og vandi í kirkjuni. Hetta var í 1977 og 1978. Og undirvísingin helt fram, eg gekk til tímar hjá Sámal Júst Ziska Dahl og hjá Boga Lutzen. Í 1979 fór eg av landinum og fór á háskúla í Norra, har eg var á musikklinjuni. Vit høvdu tónleik í 17 tímar um vikuna. Eg haldi, at møguleikarnir hjá føroyskum organistum at útbúgva seg eru vorðnir góður. Vit hava fingið organistútbúgvingina Præliminære Orgeleksamen (PO) í Føroyum og hendan útbúgvingin hevur lyft støðið munandi. Eg tók PO í 2015, sigur hon.

-Nú eri eg fastur organistur í Christianskirkjuni. Eg byrjaði at hjálpa Hjørleif Waag Høgnesen í 1998 og í 2010 kom eg í fast starv. Eg eri gift við Ólavur Fritleif Johannesen úr Klaksvík. Vit eina ein son og eina dóttur og enn er ikki nakað barnabarn komið, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.