Skriva út

Johan Restorff Jacobsen

Johan Restorff Jacobsen
organistur
Kaldbaks kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Restorff familjan í Havn verður altíð sett í samband við tónleik og sang og tí er tað ikki løgið, at fleiri organistar í landinum eru av hesi familju, Jóhan Restorff Jacobsen er ein teirra og hann er organistur í Kaldbaks kirkju og spælir eisini urgu á ymiskum heimum í Havnini. Hann er føddur 6. Februar 1935.

-Eg eri vandur upp við sangi og tónleiki og longu sum smádrongur gekk eg til orgulundirvísing hjá Jens Guttesen, eisini kallaður Kisan. Síðan vóru fleiri lærarar í Havnini. Foreldrini keyptu klaver og tá fór eg til Helgu Dahl at læra meg at spæla. Hon var av Restorff ættini og var gifti við Martin Dahl í Oyndarfirði. Eg haldi, at eg gekk til tónleikaundirvísing til eg var 16 ára gamal.

-Eg havi verið meira ella minni fastur organistur seinastu 12-15 árini í Kaldbaks kirkju. Eg varð pensioneraður sum 58 ára gamal og setti mær tá fyri at fara at læra aftur mín barnalærdóm, at spæla orgul, nakað sum eg slett ikki hevði havt stundir til í mínum vaksna lívi. Eg spæli eisini í kirkjugarðskapellinum og tað dámar mær væl. Har er ofta fult av fólki og tað er hugnaligari og lættari at spæla, tá ið hølið er fult.  Eg havi í mong ár eisini sungið fyri líki, sigur Johan Restorff Jacobsen.

-Mín starvsleið byrjaði í Tinganesi tá ið eg var 16 ára gamal. Teir søktu eftir einum skrivstovulærlingi og eg fór til samrøðu hjá Jóhan Djurhuus, sum var skrivstovustjóri í Tinganesi. Hetta var ein fríggjadag og hann segði við meg beinanvegin uttan nakra samrøðu, at eg kundi byrja mánadagin. Hetta stutt eftir at heimastýrislógin var komin í gildi og at arbeiða innan tað almenna gjørdist mítt lívsstarv. Tá ið eg hevði verið í átta ár, segði eg upp, tí eg hevði onga lønarhækkan fingið. Eg fekk 600 krónur um mánan. Uppsøgnin hjálpti, tí Johan Djurhuus ringdi til mín og bað meg koma aftur og eg fekk lønarhækkan úr 600 krónum upp í 1000 krónur um mánaðin.

-Í 1958 fekk eg starv á strandferðsluni undir Dánjal Jákup Sørensen. Her var høvuðsøkið rokniskapur og bókhald. Tá átti strandferðslan trý skip og hinar farleiðirnar vóru privatar. Strandferðslan átti tá Gamla Smyril, Gomlu Rituna og Ternuna, sum eisini var brúkt sum vaktarskip, seinni kom Másin. Seinni gjørdist eg stjóri á Strandferðsluni.

Jóhan er giftur við Marjun Klein, tey giftust í 1960 og eiga tvær døtur og seks barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”