Skriva út

Johan Petur Dam

Johan Petur Dam
organistur
Funnings kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóhan Petur er ein funningsmaður, sum av og á stendur fyri orgulspælinum í Funnings kirkju og eisini í øðrum kirkjum í landinum. Johan Petur er føddur 17. juli 1982.

-Vit fluttu, tá íð var fimm ára gamal úr Havn og til Funnings. Mamma mín er ættað úr Funningi, sigur Johan Petur Dam.

-Pápi spælir orgul og hann spælir eisini í kirkjuni. Hann lærdi meg at lesa nótar og síðan gekk eg á kvøldskúla, fyri at læra meira um orgulspæl . Eg gekk ein vetur hjá Heðin Kambsdal fyri at læra meira um orgulspæl og tveir vetrar hjá Meinhard Bjartalíð. Tann 27 februar 2000 spældi eg fyri fyrstu ferð til eina heila gudstænastu, eg hevði spælt onkran sálm áðrenn, men hetta er mín setanardagur, sigur hann.

-Kirkjan fekk pípuorgul á vári 1991. Tað liggur nógv arbeiði aftanfyri at læra seg at spæla orgul og serlig til at laga orgulið til tey sum syngja. Her er talan um venjing, her er talan um vana. Eg havi altíð havt okkurt at spæla á. Eg hevði eitt gamalt, lítið og berbært orgul. Seinni fingu vit eitt stovuorgul. Nú havi eg eitt elektriskt klaver, sum eisini kann spæla sum orgul, sigur hann.

-Og orgulspælið fær meg víða um. Eg havi verið nakrar ferðir og spælt við Gjógv, tá ið onkur erlig hending er í kirkjuni. Tá íð dómpróvsturin Uni Næs var sóknarprestur í Fuglafirði, spældi eg onkuntíð í Elduvík og á Hellunum. Eg havi eisini spælt til barnadóp í Eiðis kirkju og í Norðskála kirkju, sigur hann.

Jóan Petur er bachelor í føroyskum og hann hevur lisið slaviskt mál og búði frá 2006-2011 í Slovakia. Jóan Petur undirvísir í máli og granskar eisini á setrinum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.