Skriva út

Jóhan Petur Alfred Petersen

Jóhan Petur Alfred Petersen
klokkari
Vestmanna kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg havi gingið nógv í kirkju seinastu 50 árini og tað hevur mín áhuga, “ sigur Jóan Petur, sum er klokkari í Vestmanna kirkju. Hann hevur verið klokkari seinastu seks árini. Hann varð biðin tvær ferðir, áðrenn hann segði ja, var eitt sindur ivasamur í fyrstuni og nú trívist hann í starvinum. Ein av orsøkunum, til at honum dámar, er at klokkarastarvið er væl skipað í Vestmanna kirkju. Teir eru fleiri og teir skiftast og tí er starvið ikki so bundisligt. Jóhan Petur er føddur 17 oktober 1952.
 
    -Eg haldi, at kirkjufólkið í Vestmanna eru óvanliga trúgv móti kirkjuni. Her koma 70-80 fólk í kirkju hvønn einasta sunnudag og tá okkurt serligt er, eitt nú dópur eru enn fleiri. 

    -Eg var sjómaður í fimm ár, tá ið eg var heilt ungur. Var við Borðoyarnes, sum royndi við línu víða um, men mamma dámdi illa, at eg sigldi. Hon hevði mist pápan og ein beiggja á sjónum og var bangin um meg, sigur Jóhan Petur. Hann fór at arbeiða á landi og var í nógv ár hjá Landsverk, har hann millum annað var við til at breiðka Oyggjarvegin og har fekst hann mest við at bora. 

    -Í dag arbeiði eg í makrelinum, tá ið tann tíðin er. Her er eitt virki í Vestmanna, sum fæst við at frysta makrel og tað arbeiði dámar mær væl. 

    -Eg eri stakur og búgvi einsamallur í barsdómsheiminum. At búgva einsamallur, er ikki nakað man velur. Man glíður kanska út í tað, tí lívið hevur lagað seg soleiðis. Eg eigi eina systur, sum býr í Keypmannahavn og hana vitji eg tvær ferðir um árið. 

    -Eg haldi sjálvur, at lívið hevur verið spennandi. Eitt nú upplivdi eg at arbeiða í fimm ár í Svøríki á eini tjørupappverksmiðju. Hetta vóru góð ár á einum góðum arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Eg var glaður fyri at vera i Svøríki. Onkuntíð var eg arbeiðsleysur í Svøríki og eg haldi at arbeiðsloysisskipanin virkaði betri har enn í Føroyum. Gjørdist eg arbeiðsleysur, fekk eg beinanvegin eitt skúlatilboð, soleiðis at eg kundu menna meg. Tað fungerar ikki so gott her heima, sigur hann