Skriva út

Jóhan Petersen

Jóhan Petersen
organistur
Svínoy

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóhan Petersen er fuglfirðingur og síðan 1979 hevur hann búð á Leitisvegi á Glyvrum. Tilknýtið til Svínoyar hevur Jóhan gjøgnum konuna Ann Hovland, sum er svínoyingur og uppvaksin í Svínoy. Jóhan er føddur 17. oktober 1947.

-Eg plagdi at spæla til gudstænastu í seinnu helvt av sjeytiárunum, í áttatiárunum og nakað inn í nítiárini. Konan er úr Svínoy, uppvaksin har og meðan børnini vóru smá, vóru vit nógv í Svínoy, kanska eini tíggju ferðir um árið, sigur Jóhan Petersen.

-Her var frítt og gott hjá børnum at vera og tað fekk okkum at velja at brúka frítíðina í Svínoy og so taldi tað sjálvandi nógv, at konan er ættað úr Svínoy. Men so hvørt sum børnini eru vaksin, hava tey fingið onnur áhugamál og vit eru ikki so ofta í Svínoy longur.

-Í kirkjuni eitt gamalt harmonium, sum var ringt at spæla uppá. Tá ið drotningin vitjaði í 1984, var nógv fólk í Svínoy. Undir gudstænastuni spældi eg sum preludium Prins Jørgens marsj, sum á enskum eitur The Trumpet Voluntary av Henry Purcell. Henrik Fossing var prestur og hann helt fyri, at tað var gott klárað at fáa handan marsjin út úr hasum gamla orgulinum. Síðan er komið nýtt orgul, sum er betri, sigur hann.

-Eg havi eisini einaferð verið deknur í Svínoyar kirkju. Kjartan Stenberg hevði forfall og eg vildi ikki hava sitandi á mær, at gudstænastan varð avlýst. Tí læs eg lesturin, men tað er bara hent einaferð.

-Longu fyrst í áttatiárunum var so lítið fólk í Svínoy, at tað ikki var gudstænasta hvønn sunnudag. Men um høgtíðirnar eru altíð nógv fólk í Svínoy.

Jóhan og Ann eiga fýra børn, tríggjar synir og eina dóttir. Tey eiga sjey barnabørn og øll eru dreingir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.