Skriva út

Jóhan Marius Leo

Jóhan Marius Leo
klokkari
Skopunar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóan Marius Leo plagar at standa í torninum í Skopunar kirkju ella er hann niðri á loftinum og hálar í reipið, soleiðis at kirkjan sleppur at kalla skopuningar til Harrans fund. Hann er rættuliga nýggjur í starvinum, men mannagongdirnar sita longu í hondunum. Hann er føddur 23. juli 1957.

-Eg var 9 ára gamal, tá ið foreldrini fluttu til Íslands og eg flutti við. Hetta var í 1966 og vit komu aftur í 1978 og fluttu til Havnar. Seinni fór eg niður at arbeiða í Helsingør. Men børnini trivust ikki og vit komu heimaftur í 1990. Konan Anna er úr Íslandi, sigur Jóhan Marius Leo.

-Heim aftur komin fekk eg arbeiði hjá J&K Petersen og leigaði hús í Skopun. So fór eg at sigla við línubátum. Men har var eg óheppin. Eg kom álvarsliga til skaða umborð og gjørdist fyritíðarpensionistur. Tað kom illa við. Skaðin gekk út yvir knøini, ryggin og økslina. Nú gjørdist eg heimamaður og vit hava keypt hús í Skopun.

-Tað eru tvey ár síðani, at eg var biðin sum klokkari og tað dámar mær væl. Í Skopunar kirkju er ringingin upp á gamla mátan. Tú ringir og kimar við hond, alt er manuelt.  Eg má upp í tornið, hvørja ferð kirkjugongd, tað eru biðusløgini, sum krevja tætt samband við klokkuna.

-Vit eiga fýra børn, tvey av hvørjum og trý barnabørn eru eisini komin. Vit vitja av og á í Íslandi, har familjan hjá konuni býr. Eg passi seyð fyri aðrar, sum sigla.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.