Skriva út

Johan Joensen

Johan Joensen
deknur
Kollafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Johan Joensen er ein maður, sum er vanur at hava nógv jørn í eldinum og eitt av teimum er at vera deknur í Kollafjarðar kirkju. Hann er reiðari á Artic Viking og tað hevur hann verið í mong harrans ár. Eitt tað støðugasta arbeiðsplássið í Kollafirði seinastu 29 árini. Johan er føddur 17. november 1957.

-Eg byrjaði sum deknur í 2003 og havi sostatt verið deknur í 12 ár. Eg og Øssur av Steinum byrjaðu í senn. Formaðurin spurdi meg og eg eri deknur, tað er tað. Eg hevði ikki trupuleikar at standa á kórsgáttini. Var vanur at standa fram í samkomum, og hetta fall mær lætt, hóast eg var óroyndur í kirkjustarvi. Men tað er ikki soleiðis, at eg bara kann fara í kirkjuna at lesa. Eg má fyrireika meg væl, lesa nakrar lestrar og lesa væl upp á, tá íð eg havi avgjørt, hvønn lestur, eg skal lesa. Hetta fellur mær natúrligt, tí eg havi verið partur av kirkjuni alt mítt lív, sigur Johan Joensen.

-Eg havi verið reiðari á rækjutrolaranum Artic Viking, sum kollfirðingar keyptu fyri 29 árum síðani í 1986. Hetta hevur verið eitt drúgvt arbeiðspláss, og nakrir eru við skipinum enn, sum vóru við frá byrjan. Eg havi ikki verið nógv við trolaranum, tveir túrar í alt, men tað er nógmikið at takast við á landi, tá tú hevur við eitt stórt skip at gera. Eg eri pragmatikari og leggi ikki ætlanir langt fram í tíðina, sigur hann.

Johan er giftur við Signu Joensen. Tey eiga trý vaksin børn. Elsta dótturin er 30, sonurin 27 og yngsta dótturin er 25 og eitt barnabarn hevur sæð dagsins ljós.

-Mær dámar at fáast við seyð, havi havt verðagjólvingar. Akkurát nú havi eg ongar, eg mangli eitt stykkið og tíðin vil vísa, um eg haldi fram við heimaseyði.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.