Skriva út

Jóhan Henrik Frits Olsen

Jóhan Henrik Frits Olsen
klokkari
Rituvíkar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ofta ganga kirkjutænarastørv í ætt, men Jóhan Henrik hevur ikki arvað klokkarastarvið í Rituvíkar kirkju. Hann er føddur 4 september 1959. Hann er rituvíkingur og er beinleiðis av næstu ættini, sum kom til Rituvíkar, har Magnus Olsen, ella Magnus í Rituvík var ættarfaðirin. 

    -Vit arbeiddu við at leggja hita í kirkjuna, tá ið kirkjuráðsformaðurin Arnold Olsen kom og bað meg. Eg hevði ongantíð hugsað, at eg fór at gerast kirkjutænari. 

    -Eg ringdi fyrstu ferð 13 september 1992 og ein lítlan mánað seinni kom stóra bankakrakkið í Føroyum. 

    -Tey fyrstu trý árini ringdi eg við tí gomlu klokkuni. Tað var nakað heilt annað, tú skuldi konsentrera teg. Eitt nú tá tú ringdi biðisløgini, tá var neyðugt at savna hugan soleiðis at tú ikki ringdi átta ella tíggju, men níggju. Fólk høvdu nokk beinanvegin lagt merki til um eg ringdi skeivt.

Nú er alt nemmari,men ikki so sjarmerandi. Nú nýtist klokkarin ikki at fara upp í tornið. Vit fingu nýggja klokku í 1995 og síðan tá hevur ringingin verið automatisk. Vit trýsta einans á knøttar. Eg behøvist ikki at fara oman í kirkjuna klokkan 9, 10 og 11. Hon ringir av sær sjálvum. Hetta er bara galdandi sunnudagar. Aðrar dagar má tú trýsta manuelt. Hendan nýggja klokkan er størri enn gamla og hoyrist betri. 

    -Eg havi trivist í starvinum, vit eru fleiri, sum skiftast og Maggi Olsen stjórnar tí. 

    -Konan er úr Fuglafirði og kallast Ingrid Nord. Eftirnavnið Nord hevur sín uppruna á Slættanesi, har hon er ættað.

Jóan Henrik er smiður. Hann fór í læru á Runavíkar Mekaniska Verkstaði fyrsta september 1975 í Runavík. 

    -Eg havi faktisk ikki fingist við annað arbeiði síðan. Í dag hava vit smiðjuna Awi Boats í Runavík og Univice.
 
    -Eg vildi búgva í Rituvik og lukkuvís hevur konan eisini trivist. Vit fingu fýra børn, tríggjar gentur og ein son. Onki barnabarn er komið enn.