Skriva út

Jóhan Dam

Jóhan Dam
organistur
Funnings kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóhan Dam sæst dagliga umborð á strandfaraskipum. Tað hevur hann gjørt seinastu 29 árini, tá ið hann ikki hevur fríviku. Hann býr í Funningi, hagan konan Randi er slektað. Og tað liggur eisini ein søga, áðrenn Jóhan gjørdist organistur í kirkjuni og á møtum í Funningi.

Alt byrjaði í 1946. Mamman hevði funnið ein vágadrong, sum kallaðist John Vágoy. Hon gjørdist við barn og tað blivu ikki tey. Seinni hevur Jóhan lært familjuna í faðirætt at kenna.

-Mamma giftist til Vágs og eg bleiv verandi eftir hjá ommu, sum búði í Vikanum í Porkeri. Eg vaks upp við kirkju og missión heilt til eg flutti heiman og fór til sjós í 1973. Eg byrjaði sum matrósur við farmaskipi, tók síðan telegrafist, men var ongantíð telegrafistur. Í 1978 fór eg á skiparaskúla. Árið eftir á stýrimansskúla og var liðugur sum skipsførari í 1981. Næstu árini sigldi eg við KGH, grønlendska reiðaríið og hetta var ein spennandi tíð. Eg minnist tann eina túrin, tá lógu vit fimm dagar bakk við Kappan á veg til Grønlands og fimm dagar heim aftur eisini við Kappan. Meðan eg sigldi í Grønlandi búðu vit í Hals eystanfyri Aalborg og tá eg gavst fluttu vit heim til Funnings, sigur Jóhan Dam.

-Tá ið eg kom til Funnings, var bara eitt harmonium í kirkjuni. Eg byrjaði ikki at spæla beinanvegin, men tá ið pípuorgulið kom í kirkjuna í 1991, fór eg at spæla fast og sonurin spælir eisini. Hjá mær byrjaði tónleikurin við eini harmoniku í Porkeri, tá ið eg var smádrongur. Ein mammubeiggi átti eina harmoniku, og eg lærdi meg á henni. Eg lærdi meg eisini nótarnar eftir eini nótabók. Eg eri sjálvlærdur, autodikakt, og áhugin fyri orgulspæli kom ikki rættuliga fyrr enn eg flutti til Funnings í 1987, sigur hann.

-Mær dámar væl í Funningi og elski at vera heima, nú styttst mítt arbeiðslív og eg komi ikki at keða meg í Funningi. Eg spæli mest í kirkjuni, men Hansy hjá Petur Skel skipar eisni fyri møtum, og tá plagi eg at spæla, eg eri eisini avloysaraorganistur við Gjógv og í Norðskála kirkju.

Randi og Jóhan eiga trý børn, ein son og tvær døtur og eitt barnabarn er komið.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.