Skriva út

Jógvan Suni Michelsen

Jógvan Suni Michelsen
klokkari
Kunoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jógvan Suni Michelsen ringdi fyrstu ferð í Kunoyar kirkju á sumri 2001. Hann loysti av, av og á næstu trý árini og síðan hevur hann verið fastur klokkar. Jógvan Suni er føddur 25. februar 1969.

-Tað liggur ikki til mína familju, at vera klokkarar. Men kunoyingur eri eg. Eg eri uppvaksin í Kunoy og havi bygt her, sigur Jógvan Suni Michelsen.

-At vera kirkjutænari, er ikki nakað man sigur nei til í mínum hugaheimi. Tað eru nøkur ting í lívinum, sum man í mínum eygum ikki sigur nei til, millum annað kirkjutænari. Vit taka ein mána í senn. Tá eg byrjaði var bara ein klokkari, tað bar slett ikki til, nú eru vit tríggir.

-Eg fáist við seyð og mær dámar tað. Eg eri timburmaður og havi arbeitt hjá Kanjon í 28 ár og tá tað eru góðar tíðir sum nú, er nógv at gera. Eg eri rættuliga glaður fyri at vera timburmaður, tað er eitt gott og meiningsfult arbeiði.

Konan er úr Klaksvík og eitur Meiken Sólheim. Vit fluttu til Kunoyar á Grækarismessu í 1994. Vit fluttu inn í húsini hjá ommu, meðan vit bygdu.

-Vit hava fingið trý børn og fyrsta barnabarnið er á veg, her hendur nógv gott í lívinum, sigur Jógvan Suni Michelsen, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.