Skriva út

Jógvan Páll Joensen

Jógvan Páll Joensen
klokkari
Bíggjar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jógvan Páll Joensen hevur búð leingi í Bø, men hann er nýggjur í torninum sum klokkari. Hann er giftur til Bíggjar, er føddur og uppvaksin í Miðvági, men flutti til Bíggjar í 1993 og hevur búleikast her síðani. Jógvan Páll er føddur 14. apríl 1968.

-Fyri meg var tað lætt at flyta til Bø. Eg var sera væl móttikin og fall til beinanvegin. Og rekkjufylgjan var hendan. Fyrst fór eg úr Miðvági og niður á politiskúlan og heim aftur komin flutti eg. Eg havi verið í starvi ymsastaðni í landinum á ymiskum politistøðum og nú eri eg viceinspektør hjá politnum í Føroyum, ella næstkommanderandi, sigur Jógvan Páll Joensen.

-Eg havi eisini verið virkin í bygdalívinum. Eg havi sitið sum borgarstjóri í tvey skeið. Tú kemur ógvuliga tætt at bygdarlívinum, tá tú tekst við kommunal viðurskiftir, sum viðkoma øllum. Tað er spennandi arbeiði.

-Eg havi eisini áhuga fyri seyði og eri røktingarmaður. Eg røkti ein haga í Miðvági. Ítrótturin hevur eisini fylt nógv í mínum lívi.

-Klokkarastarvið er nýtt fyri meg, eg eri júst byrjaður saman við Búa Holm. Men vit eru vælmannaðir í torninum og hjálpast at, tí er tað ikki nakað bundisligt arbeiði, sigur hann.

Jógvan Páll er giftur við Rúnu Joensen og tey eiga trý børn og ongi barnabørn enn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.