Skriva út

Jógvan Midjord

Jógvan Midjord
organistur
Porkeris kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jógvan Midjord er organistur í Porkeris kirkju og hann er porkeningur og býr nú í Trongisvági.
Jógvan er føddur 28 juni í 1952.

-Eg var um 15 ár, tá íð eg byrjaði sum organistur. Tað var pabba, sum lærdi meg tað fyrsta.

Hann skaffaði okkum eina bók, ein orgulskúla, og eg vildi læra. Eg minnist í fyrstuni, at eg fekk sálmarnar eina viku framman undan, so hevði eg stundir at læra meg. Eg kom á lagi og fór at spæla eftir nótum. Í dag kann eg ergra meg, at eg ikki fekk professionella undirvísing, eins og ung fáa í dag í Musikkskúlanum, men tá var ongin musikkskúli.

-Eg giftist í 1989 við Eyðbjørg. Vit vóru bæði tilkomin og arbeiddu sum bankafólk í hvør sínum banka. Hon var í Føroya Banka og eg í Eik. Tá ið vit vóru gift flutti eg í Trongisvág og helt fram at spæla í kirkjuni her.

-Pápi mín var bedingsmeistari í Vági í nógv ár. Hann og mamma giftust í 1946. Pápi var musikalskur og vildi hava at børnini lærdu at spæla okkurt ljóðføri. Hann gjørdi ikki vandari enn, at hann fór inni til Petur Dahl, Petur Spar, sum vit kallaðu hann, hann var stjóri í sparikassanum og bað um 800 krónur í láni til at keypa eitt orgul. Petur var ikki kendur fyri at játta lán lættliga, men hesa ætlan hjá pápa helt hann so nógv um, at hann játtaði upp á standandi fót.

Jóhan Hendrik Danbjørg skaffaði orgulið frá einum donskum orgulbyggjara og tað er í fínasta standi enn. Tað stendur í mínum barnaheimi, sigur Jógvan Midjord.