Skriva út

Jógvan Meinhard Johannesen

Jógvan Meinhard Johannesen
deknur
Mykines

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jógvan Meinhard var ein av kirkutænarunum, eg ikki náddi at tosa við, meðan hann var á lívi. Hann doyði í 2018, men dótturin Katrina Johannesen, sum sjálv er deknur í Mykinesi var so beinasom at fortelja um pápan, sum er ein stjørna í hennara eygum. Jógvan Meinhard Johannesen er føddur 11. september 1931.

-Pápi gjørdist deknur í 1975 og var deknur næstan fram til hann doyði í 2018. Hann var deknur yvir 40 ár, sigur Katrina Johannesen.

-Mamma, Ruby Johannesen, livir enn og hon hevur verið í Mykinesi alla sína tíð. Hon var tvey ár, tá íð hon kom til Mykinesar og vaks upp hjá ommuni, Hálvdans Lisu. Tey livdu av jørðini, høvdu tvær merkur í ogn, sigur hon.

-Pápi var uppi í øllum. Hann hevði mong álitisstørv. Tey búðu í Stallhúsi. Eitt nú passaði hann maskinurnar hjá SEV í bygdini og hevði ábyrgdina av, at mykinesfólk fingu streym.

-Pápa dámdi væl at syngja. Hann sang fyri í kirkjuni. Og hann sang altíð fyri okkum børnum, tá íð hann legði okkum. Vit eru seks systkin og bara eg búgvi í Mykinesi, sigur hon.

-Pápi gekk nógv upp í alt, eisini kirkjuna. Hann var ógvuliga góður við kirkjuna og harmaðist, at fólkatalið í bygdini minkaði. Hann var ein av teimum, sum nógv var litið til og hann var altíð í Mykinesi og tí kundu hini rokna við honum, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.

Mynd: Alan Brockie.