Skriva út

Jógvan Magnussen

Jógvan Magnussen
klokkari
Fámjins kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg var 14 ára gamal, tá íð eg var klokkari fyrstu ferð. Eg haldi, at tað var gumma mín Kirstin Elendersen, sum bað meg. Eg helt hetta vera spennandi, eg havi altíð gjørt tað, eg eri biðin um, tey spurdu meg pent og eg segði ja, sigur Jógvan Magnussen, sum er føddur 15. november 1977.

-Eg fór at sigla í 1999, sigldi í trý ár. Fór við Anitu við gørnum. Tað var hart lív á opnum dekki, vit veiddu svartkalva undir Føroyum og á Íslandsrygginum og vit fingu væl av fiski. Trý ár var nóg mikið fyri meg. Eg eri lágur á vøkstri og arbeiðsumstøðurnar vóru truplar fyri meg, sigur Jógvan Magnussen.

-Eg var sum unglingar flest, gekk í býnum, og tá íð eg hevði verið í býnum, plagdi pabba at ringja fyri meg fyrstu ferð um morgunin, sigur hann.

-Eg flutti til Havnar í 2006. Eg tók tað stóra koyrikortið og fór at koyra olju hjá Shell/Magn. Hetta gjørdi eg í 13 ár. Og tað er ikki uttan avbjóðingar at koyra ein tungan oljubil í øllum veðri. Ein fullur oljubilur, tá íð eg koyrdi vigaði 24 tons, nú viga teir meira, teir eru størri í dag. Nú flyti eg stór amboð hjá Lyfta og hetta gongur fyri seg við trailarum.

-Eg eri vorðin forlovaður við Joan Gulaksen úr Klaksvík. Vit búgva í Klaksvík. Hon eigur trý børn og eg eri vorðin abbi, uttan at vera pápi, sigur hann smílandi.

-Síðan vit komu saman, er ikki sama tíðin til Famjin, leggur hann afturat.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.