Skriva út

Jógvan Josias á Hædd

Jógvan Josias á Hædd
organistur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jógvan Josias er sjálvlærdur organistur í Hvannasunds kirkju. Hann er ættaður norðan úr Sundum og at sum drongur Nysted. Men konan helt fast um sítt eftirnavn og so gav hann seg fyri ikki at hava fleiri eftirnøvn í teirra familju. Jógvan Josias er føddur 11. august 1965.

-Eg eri av sonnum sjálvlærdur, tí fyrstu nógvu árini spældi eg bara eftir gehør. Seinnu árini havi eg lært meg nótar. Eg gekk hjá Gurið Sørensen á Viðareiði, hon hevur verið organistur í 70 ár. Og siðan havi eg gingið í tveir vetrar hjá Petur Martin Johannesen, nú dugi eg nótarnar, men eg spæli framvegis eisini eftir gehør. Eg veit ikki hví, eg hevði nokk ikki bindindini at læra meg nótar, tá íð eg var smádrongur ella tímdi ikki ordiliga. Eg havi verið organistur í Hvannasundi síðan 2004, sigur Jógvan Josias á Hædd.

-Eg havi spælt í kirkju av og á síðan eg var smádrongur. Fyrstu ferð eg spældi til eina gudstænastu var eg átta ára gamal.

-Eg fór sum ungur til skips og var í nógv ár við línuskipi á Flemmish Cap í New Foundlandi. Síðan fekk eg starv sum timburmaður á Kanjon og har havi eg verið í nógv ár og eri har enn.

Konan eitur Joan á Hædd og vit eiga tveir synir, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.