Skriva út

Jógvan Johannesen

Jógvan Johannesen
klokkari
Funnings kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jógvan Johannesen í Funningi hevur verið knýttur at kirkjuni sum kirkjugangari og sum klokkari og hann er enn klokkari. Jógvan er føddur 21. mai í 1946.

-Vit eru tríggir klokkarar í Funnings kirkju og eg rokni meg sum tann triðja. Og klokkarastarvið hevur verið í mínari familju. Pápi mín var klokkari og hann átti tveir brøður, sum eisini vóru klokkarar ella tiltaksklokkarar ella sum vit siga her hjá okkum, teir vóru ikki uppskrivaðir, tað vil siga, at teir vóru tiltaksklokkarar, sigur Jógvan Johannesen.

-Eg havi verið fastur klokkari í eitt ár. Byrjaði nýggjársdag í fjør, sigur hann. Samrøðan varð gjørd í 2016.

-Vit smádreingir bardust um at sleppa upp í tornið. Har uppi er trongt og vit strongdu á fyri at sleppa upp at kima. Vit stríddu okkum upp, sigur hann.

-Mær hevur altíð dámt kirkjuna og mín familja hevur verið kirkjufólk. Eg segði beinanvegin ja, tá íð eg var spurdur. Vit hava skipað okkum soleiðis, at vit ganga ein mána ágangin, sigur hann.

-Men tað er eitt við klokkarastarvinum, sum mær ikki dámar. Og tað er at ganga við talvuni. Eg havi einki í móti, tá tað snýr seg um at savna inn fyri tey neyðstøddu. Men ikki fyri kirkjuna. Vit hava fingið kirkjuskatt álagt og tað átti at verið nógmikið, sigur hann.

-Kirkjan hevur týdning fyri meg. Her eri eg doyptur og her eri eg giftur. Eg mundi blivið gamal drongur, var 45, tá íð eg giftist. Konan Aðalbjørg er ættað av Egilstøðum. Og hetta kom seg soleiðis, at eg átti ein farbróður, sum flutti til Íslands undir krígnum. Kona hansara er fastur til konu mína. Svigarpápin er bóndi. Konan hevur trivist væl í Funningi, sigur hann.

Jógvan er royndur á línudekki. Hann hevur siglt í 30 ár við línubáti, heilt til ryggurin gekk fyri. Hann hevur verið við Sigurfara, Norðingi, Gamla Andras og Columbus. 12 ár við Klakki og endaði starvsleiðina við átta árum sum kokkur umborð á Vaðhorn. Heima hevur hann ábyrgdina av rottukøssunum í bygd og haga. Teir eru ikki so fáir, 130 í tali.

-Har skal altið vera eitur í og hetta gevur mær motión, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.