Skriva út

Jógvan Horn

Jógvan Horn
deknur
Svínoy

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Vit halda lív í nøkrum, sum, um vit ikki halda lív í, doyr.” Sigur Jógvan Horn, sum er avloysaradeknur í Svínoyar kirkju. Jógvan Horn er heimansandsmaður, foreldrini vóru lærarahjún á Sandi og tilflytarar. Meginparturin av genunum koma úr Oyndarfirði. Tilknýtið til Svínoyar er konan Óluva, sum er uppvaksin í oynni. Jógvan er føddur 16. august 1969 og er búsitandi í Havn.

-Eg og Óluva og okkara fýra børn hava verið nógv í Svínoy, tí vermamman Amalia búði har. Nú er hon á sambýli í Klaksvík, sigur Jógvan Horn.

-Tað eru eini 10 ár síðan, at eg fyrstu ferð var deknur. Kjartan Stenberg er fastur deknur og eg avloysi hann saman við Poul Sivar og dóttrini. Tá íð eg lesi, fáa svínoyingar ikki svínoyarmál, men mugu hoyra lesturin á sandoyarmáli og tað hava teir einki í móti. Eg havi eisini lisið jólaaftan og nýggjársaftan.

-Vit hava verið nógv í Svínoy, síðan vit giftust ella seinastu 20 árin og har er ikki nógv broytt. Størsta broytingin er, at Ritan er komin í staðin fyri Másan, sigur hann.

-Tá íð eg kom út til Svínoyar í fyrstuni, vóru nógv av teimum gomlu enn á lívi, nógv hjún eisini og tað doyðu rættuliga nógv fólk av aldri fyrstu tíðina, eg var har. Nú er lítið meira enn 15 fastbúgvandi eftir, sigur hann.

-Tað hevur ikki verið so nógv snakkað um tað, men tað vóru línubátarnir sum avoyddu útoyggjarnar. Línubátarnir sigldu niður við fiski um veturin, og hetta gjørdi, at menn sóu ongantíð familjuna og tí fluttu kona og børn til Klaksvíkar. Um tað er til tað betra veit eg ikki, men tað er ein sannroynd, at línubátarnir oyðiløgdu smábygdirnar á útoyggj, sigur hann.

Jógvan er útbúgvin skipsførari og hevur siglt við fiskiskipum og í handilsflotanum. Hann er eisini útbúgvin skipsverkfrøðingur og arbeiðir í dag í norska klassingarfelagnum DNV. Hann er góður myndamaður og dokumenterar lívið í Svínoy við sínum viðkvæma myndaeyga.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.