Skriva út

Jógvan á Ørg

Jógvan á Ørg
klokkari
Sørvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jógvan á Ørg er klokkari í Sørvágs kirkju og hann er hugtikin av nýggju tøknini. Klokkan níggju og tíggju sunnumorgnar ringir av sær sjálvum og enntá lúkurnar fara upp av sær sjálvum. Mann fer ikki upp í tornið longur, klokkan varð automatiserað í 2006.

-Eg havi roynt at hála í reipið, tað var í 1971, tá ið Fríðrikur kongur doyði. Vit ringdu í ein hálvan tíma og tað sang í høvdinum í eina heila viku aftaná tað, sigur Jógvan á Ørg. Hann er føddur 29. juni 1949.

-Tað er farligt at ganga í kirkju, tú endar sum klokkari og verður bundin til klokkuna, men tað er nú ikki nøkur tung plikt, sigur hann.

Jóhan á Ørg hevur arbeitt á skrivstovu og hevur verið rokniskaparleiðari á Ellisheiminum í Vágum í 37 ár. Hann er í dag pensioneraður og hevur roynt tey fyrstu fýra árini sum pensionistur.

-Eg havi ongantíð havt so nógv at gera sum nú. Eg fáist við seyð. Eg røktaði í 30 ár í Vørufelli, ein hagi við stórum víddum, slættur og væl græsaður. Vit hava eisini heimaseyð á einum stykkið, sum er 20.000 fermetur. Har ganga 13 heimaseyðir og teir skulu eisini hava. Og vit hava hálva aðru mørk eisini. Tað eru tríggir hagapartar í Sørvági og vit sleppa út í Gáshólm triðja hvørt ár. Har eru 16 frælsir. Eg haldi at tað ikki skuldi verið meira enn tíggju, tá høvdu vit fingið munandi betri seyð, sigur hann

-Konan Rannvá er úr Sandavági. Hvat skuldu sørvingar gjørt uttan Sandavág. Meirilutin í kirkjuráðnum er ættað úr Sandavági. Vit eiga fýra børn. Elsti sonurin doyði einans sjey mánaðar gamal. Og vit hava fingið seks barnabørn, mítt arbeiði í dag er at passa seyð og koyra børn til og úr dagstovninum, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.